Svar um grótkøstini á Símunarbukt og uttanfyri Boðakeiina í Skopun

20. apríl 2022



GRÓTKASTIÐ Á SÍMUNARBUKT Í SKOPUN

 

Svar til fyrispurning nr. 52-160/2021 frá Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um grótkastið á Símunarbukt í Skopun.

 

Fyrispurningurin er soljóðandi:

 

1. Hví er Landsverk ikki farið undir at umvæla grótkastið á Símunarbukt í Skopun?

 

2. Nær verður farið undir hetta arbeiðið?

 

Svar til fyrispurning nr. 1 og 2:

Landið eigur og rekur sjálva ferjuleguna í Skopun, men rindar tó eisini havnagjøld til Skopunar kommunu. Havnin er annars kommunal, herímillum eisini grótkastið á Símunarbukt í Skopun. Landið hevur fíggjað meginpartin av øllum umbyggingum og útbyggingum av Skopunar havn.

 

Landsverk kannaði skarðið á grótkastinum í Símunarbukt, sum kom eftir uppgangin, og var arbeiðið mett til at kosta umleið 1 mió. kr. at gera aftur. Sambært Landsverki setti stovnurin seg í samband við Skopunar Kommunu, um at gjalda helvtina av kostnaðinum, tí Landsverk hevði ikki játtan til at fíggja alt arbeiðið av tí vanligu játtanini til havnir. Skopunar kommuna ynskti ikki at vera við í hesi verkætlan. Tí varð arbeiðið ikki gjørt í 2021.

 

Landsverk hevur stórt grót á goymslu á keiøkinum í Skopun, sum er tikið upp á land tá innsiglingin er ruddað. Tað er vert at kanna hvussu tað kann brúkast til grótkastið.

 

Tað er eingin peningur játtaður til at umvæla grótkastið á Símunarbukt í Skopun í 2022.

 

Tinganes, 13. apríl 2022

 

Uni Rasmussen

landsstýrismaður í fíggjarmálum

 

GRÓTKASTIÐ UTTANFYRI  BOÐAKEIINA Í SKOPUN

 

Svar til fyrispurning nr. 52-161/2021 frá Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um grótkastið uttanfyri Boðakeiina í Skopun.

 

Fyrispurningurin er soljóðandi:

 

1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við tað, at alt grótið frá grótkastinum, sum varð lagt í nítiárunum, er endað inni á Pollinum í Skopun?

 

2. Nær verður farið undir at gera grótkastið aftur? 3. Nær ætlar landstýrismaðurin, at arbeiðið skal gerast at taka alt grótið upp, sum liggur inni á Pollinum í Skopun?

 

Svar:

Sum kunnugt varð eitt grótkast lagt uttan fyri Boðakeiina í nítiárunum, ið er uttasti pirurin í Skopun. Brimverjan var tó ongantíð gjørd nøktandi liðug, tí grótið ikki var tryggjað við størri dekkgróti, ella við eini gátt. Hetta hevur gjørt at grót av og á hevur riðið oman í innsiglingina, soleiðis at innsiglingin ikki hevur verið nóg djúp. Landsverk hevur eftirlitið við hesum og ger javnan uppmátingar í innsiglingini, til tess at tryggja at dýpið er í lagi til at Teistan trygt kann sigla inn í havnina.

 

Innsiglingin til Skopunar havn er ruddað fyri grót nakrar ferðir. Seinastu ferð í 2020. Innsiglingin varð eftirkannað seint í 2021, og er dýpið í lagi til at Ternan kann sigla. Tó soleiðis, at nakað av grótið lá beint innanfyri pirin, men støðan inni á Pollinum er sambært Landsverki nærum óbroytt.

 

Eingin játtan er tøk til at gera grótkastið aftur uttan fyri Boðakeiina, ella til at taka grót upp á Pollinum.

 

Áhugamálini hjá landinum eru fyrst og fremst at tryggja eitt gott ferðasamband til Sandoynna, við at kunna brúka Skopunar havn til samferðsluhavn, inntil tað er landfast millum Sandoynna og Streymoy.

 

Tinganes, 13. apríl 2022

 

Uni Rasmussen

landsstýrismaður í fíggjarmálum

 

Sambandsflokkurin


RN


Back