Løgmaður 50 ár

16. apríl 2022



Í dag (leygardagin 16. apríl) verður Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, 50 ár.

 

Bárður er føddur í Vestmanna tann 16.apríl 1972, og hann var fyrstu ferð valdur á Løgting tann 30. apríl 2002. Hann var landsstýrismaður við fíggjarmálum frá 2004 til 2007 og hevur verið løgmaður síðani 14. september 2019.

 

Bárður er giftur við Rakul Nielsen, fødd Lamhauge. Tey eiga fýra børn og búgva í Vestmanna.

 

Hann er útbúgvin grannskoðari, og seinastu árini áðrenn hann bleiv løgmaður, starvaðist hann sum fíggjarstjóri.

 

Hann hevur verið formaður í Sambandsflokkinum síðan 2015, og er sætti løgmaður hjá Sambandsflokkinum, síðani Heimastýrislógin varð sett í gildið í 1948.

 

Sambandsflokkurin ynskir honum hjartaliga til lukku við 50 ára føðingardegnum, og blíðan byr framyvir.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back