Politikarar mugu tora at siga nei

11. apríl 2022



Er tað nakað, vit hava brúk fyri í løtuni, so er tað politikarum sum tora at siga, at vit kunnu ikki gera alt í senn.

 

Í bestu tíðum hevur landskassin hall, millum annað tí at rakstrarútreiðslurnar seinastu 7 árini eru øktar við meira enn hálvariaðru milliard.

 

Vit liva í eini tíð, har øll skulu hava alt, og einki skal bíða.

 

At raðfesta er eisini at útseta

Tað verður tosað nógv um at raðfesta. At raðfesta merkir at gera eina ætlan fyri, hvat skal gerast fyrst og hvat skal bíða til seinni.

 

Hvørja ferð okkurt er í miðlunum um onkran sum hevur brúk fyri hjálp, so eru politikarar beinanvegin klárir at siga, at hetta má raðfestast. Og alt gott um tað at uppraðfesta tað sum er neyðugt. Spurningurin er bara: Hvat skal so niðurraðfestast?

 

Tú kanst ikki hála onkran longur fram í eini røð, uttan at tað merkir, at onkur annar má longur aftur at standa. Men her virkar tað sum at øll skulu longur fram.

 

Góðtaka ikki eitt nei

Tá eg var landsstýrismaður fekk eg ofta spurningin, um okkurt skuldi gerast her og nú. Eg royndi at vera erligur og siga, um hetta var nakað sum eg fór at arbeiða við ella ikki.

 

Var svarið “ja”, so var alt gott, meðan eitt “nei” bleiv als ikki góðtikið. “Tú sigur bara nei,” søgdu fólk við meg, og tá eg fór frá sum landsstýrismaður spurdi ein journalistur, um eg ikki hevði viljað ov lítið.

 

Eg arbeiddi við rættiliga nógvum málum, men fólk góðtaka ikki, at tú sigur, at okkurt má bíða. Alt skal gerast her og nú. Ja vit hoyra ofta politikarar í fjølmiðlunum standa og lova at gera ting, sum teir vita, at ikki ein króna er játtað til. Tað verður lovað sum um at fíggjarliga rásarúmið var óendaligt.

 

Fíggjarkarmarnir avspegla henda veruleikan

Løgtingið hevði í farnu viku 1. viðgerð av uppskotinum til játtanarkarmar fyri 2023. Í eini tíð við ongum arbeiðsloysi og fullari ferð á búskapinum verður roknað við halli næsta ár. Tær stóru inntøkurnar sum renna inn í kassan verða allar brúktar - og meira enn tað. Alt skal uppraðfestast og einki má bíða.

 

Onkur sigur, at loysnin er at krevja meira inn - serliga frá vinnuni. Ja tað hevði hjálpt uppá talið á botnlinjuni, men tað kann ikki vera meiningin at krevja meira inn, bara fyri at økja enn meira um almennu nýtsluna. Vit mugu undir øllum umstøðum halda aftur við útreiðslunum.

 

Er tað nakað, vit hava brúk fyri í løtuni, so er tað politikarum sum tora at siga, at hetta má bíða, tí okkurt annað skal gerast fyrst. Tað ber ikki til at gera alt í senn.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back