Í starvsvenjing hjá Sambandsflokkinum

31. mars 2022


Tóra Bjørk Sigurðsdóttir, sum er úr Klaksvík og gongur í skúlanum á Skúlatrøð í 10. flokki, var í dag hósdagin 31. mars í starvsvenjing hjá Sambandsflokkinum. Hon heldur tað vera sera áhugavert at fáa høvið at fáa vitan um Sambandsflokkin, politiska arbeiðið í flokkinum og sleppa at loysa nakrar uppgávur


Spennandi og áhugaverd arbeiðspláss

Tóra verður í starvsvenjing í 2 vikur á Løgtingsskrivstovuni og herav ein dag á floksskrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki. Hon heldur, at tað hevur verið áhugavert at hoyra um, hvussu samfelagið í høvuðsheitum er skipað og hvussu politiska skipanin við ymsu politisku flokkunum leiða og stýra samfelagnum - hetta umvegis lóggávu, reglur og umsiting innan tey ymsu málsøkini.

 

Eisini heldur hon tað vera áhugavert at síggja, hvussu nógv fyrireiking og planlegging liggur aftanfyri tað politiska og fakliga arbeiði, eitt nú at gera lógir, politisk og løgfrøðilig ráðgeving, fundarvirksemi umframt teir karmar, ið mugu vera rundan um tað politiska arbeiði og eitt arbeiðspláss sum Løgtingið og floksskrivstovuna hjá Sambandsflokkinum.

 

Tóra er sera glað og nøgd, at tað eydnaðist henni at sleppa í starvsvenjing á hesum báðum arbeiðsplássunum og fáa høvið at møta teimum dugnaligu starvsfólkunum, sum øll gera sítt til, at hesi arbeiðspláss eru vælvirkandi.

 

Starvsvenjing týðandi og sunt fyri tey ungu

Tað er týdningarmikið og sunt, at ungfólk fáa høvið at royna seg á arbeiðsmarknaðinum og harvið fáa innlit og eina fatan av, hvussu eitt arbeiðspláss virkar - í hesum føri eitt vitanartungt arbeiðspláss í politisku skipanini.

 

Skipanin við starvsvenjing er nakað, sum bæði fyritøkur og almennir stovnar eiga at gera brúk av og taka sum nakað positivt og gagnligt fyri allar partar. Jú, fleiri fyritøkur og stovnar bjóða teimum ungu henda møguleikan, jú lættari er tað hjá teimum at velja tað arbeiðspláss, sum tey hava áhuga fyri og gevur góða meining í mun til onkrar framtíðarætlanir tey hava.

 

Undir øllum umstøðum og uttan mun til, hvat arbeiðspláss tey velja, so er tað gott og sunt at uppliva, hvussu onnur hava tað í sínum dagliga arbeiði.

 

Sambandsflokkurin

 

Myndin er tikin í fundarhølunum hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki.

Á ovaru myndini eru frá vinstru: Tóra Bjørk Sigurðsdóttir, starvsnæmingur og Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður. Á niðaru myndini eisini Reidar Nónfjall, floksskrivari hjá Sambandsflokkinum

 

 

 

 


RN


Back