Stór stig á leiðini móti grønari orku

28. mars 2022



Tríggjar stórhendingar eru farnar fram innan orkuøkið teir seinastu dagarnar. Tann eina er, at Vindrøkt er farið undir at reisa vindmyllurnar á Gellingarkletti. Tann næsta er, at Vinnukærunevndin hevur staðfest avgerðina hjá Umhvørvisstovuni, sum ger tað møguligt at gera ætlanina viðvíkjandi áðurnevndu vindmyllum lidna. Triðja stórhendingin er, at SEV og landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hava undirskrivað eitt semjuskjal, ið skal skipa alt økið inna el-framleiðsluna. Við hesum stigunum koma vit eitt stórt stig víðari á grønu leiðini.

 

Fimmfalda grønu framleiðsluna

Tá henda samgongan tók við vóru ongar vindmyllur reistar í Føroyum í fimm ár. Vit høvdu vindmyllur sum framleiddu tilsamans umleið 50 – 60 GWt um árið. Men nú koma tvær vindmyllulundir upp í ár, og tann triðja kemur helst innanfyri tvey tey næstu árini. Hesar fara at framleiða tilsamans 220 GWt afturat verandi myllum. Vit tosa sostatt um eina fimmfalding av vindorkuni í meginøkinum. Hetta fer at hava við sær, at SEV fer at spara 30.000 tons av olju um árið.

 

Umframt hetta er ein vindmyllulund tikin í nýtslu í Suðuroy, sum kann framleiða umleið 20 GWt um árið. Vit hava eisini fingið eitt biogassverk, sum framleiðir grøna el-orku ið svarar til nýtsluna hjá 1.200 húskjum, umframt hita og heitt vatn til umleið 400 hús.

 

Bæði monopol og kapping

Skal øll el-framleiðslan í Føroyum vera grøn í 2030, er neyðugt at bæði SEV og aðrir framleiðarar eru við til at gera risastóru íløgurnar sum skulu gerast innan hetta økið. SEV kann ikki einsamalt gera allar íløgurnar. Men hvussu fáa vit onnur at gera íløgur í grøna orkuframleiðslu?

 

Eitt tað fyrsta, sum má gerast er at hava greiðan skilna millum framleiðsluna og netið. Kapping skal vera um at framleiða, men tað gevur onga meining at kappast um netið. Tað er best fyri allar partar, at vit bara hava eitt net sum tekur ímóti allari framleiðsluni, men so má onkur stýra hesum.

 

Av tí at SEV bæði hevur netið og størsta partin av framleiðsluni, hevur felagið ein kappingarfyrimun framum onnur, tí sum nú er skal øll framleiðslan seljast til SEV. Og jú bíligari “framleiðarin SEV” selur sína framleiðslu, bíligari kann “keyparin SEV” keypa hesa somu framleiðsluna. Prísurin hevur tí ongan týdning, tí SEV er bæði seljari og keypari. Tí kann SEV lættliga vinna á øllum kappingarneytum, tí teirra samlaða úrslit verður tað sama um prísurin broytist. Tí er neyðugt at skilja net og framleiðslu sundur, um vit skulu hava kapping.

 

Alt skal ikki skiljast sundur

Nú skal tað sigast, at SEV hevur lagt sínar vindmyllulundir í onnur feløg, sum hvørt í sínum lagi skal rekast sjálvstøðugt og hava sín egna roknskap. Men tað sum kappingarneytar hava verið bangnir fyri er, at um dóttirfelagið hevur hall, so ber til at fara til móðirfelagið eftir pengum, og so er kappingin burtur. Tí hevur sitandi landsstýri arbeitt við at skilja framleiðsluna og netið sundur, soleiðis at vindmyllurnar komu at liggja í einum heilt øðrum felag. Men sum øll vita, so hevur mótstøðan móti hesi ætlan verið stór. Landsstýrið varð lagt undir at vilja “ognartaka SEV”, “petta SEV sundur”, “knúsa SEV” o.s.fr.

 

Leisturin ið var lagdur snúði seg ikki um at skilja alt sundur. Ætlanin var at SEV skuldi eiga netið og eisini stýra hvussu nógvur streymur slapp inná netið. Tí skuldi SEV eisini eiga tær orkukeldurnar, sum kunnu tryggja javna streymstyrki – tað vil siga diselverkini, vatnorkuverkini og pumpuskipanina. Tað sum skuldi skiljast frá vóru fyrst og fremst komandi vindmyllulundir.

 

Hava bíðað leingi eftir svari

Henda ætlanin hevur verið viðgjørd á rættiliga nógvum fundum seinastu tvey árini, og báðir partar hava flutt seg. Seinasti fundur sum eg stóð fyri millum partarnar var í Tinganesi tann 9. juli í fjør. Við á fundinum vóru millum onnur nevndarformaðurin í SEV, stjórin í SEV, fimm borgarstjórar (tann sonevndi 5-mannabólkurin) og stjórin í Føroya kommunufelag. Eg segði á tí fundinum, at ætlanin var, at SEV skuldi ikki eiga vindmyllur, men at kommunurnar (sum eiga SEV) kundu saktans eiga myllur í øðrum feløgum.

 

Á fundinum bleiv tosað um eitt “modell” sum lá til grund fyri sundurskiljingini, og niðurstøðan var, at vit skuldu fáa semjuna avgreidda sum skjótast og eisini skuldi loyvi hjá SEV at fara undir at gera pumpuskipan avgreiðast.

 

Grundað á hesa semjuna, ið tóktist vera millum partarnar á fundinum, evnaði Umhvørvis- og Vinnumálaráðið eitt uppskot til semjuskjal. Hetta skjalið varð sent til SEV og Føroya kommunufelag tann 16. juli.

 

Í august fór eg frá sum landsstýrismaður, og nýggi landsstýrismaðurin hevur síðani arbeitt víðari við semjuskjalinum. Nú skjalið er undirskrivað er onkur broyting gjørd. Ístaðin fyri at siga, at kommunurnar kunnu eiga vindmyllur í øðrum feløgum, er semja nú um, at SEV kann eiga vindmyllur í dótturfeløgum, men at somu persónar sum sita í nevnd ella leiðslu hjá SEV kunnu ikki eisini sita í nevnd ella leiðslu í einum dótturfelag. Hetta ljóðar at vera nøkulunda tað sama, men vandi kann tó vera fyri, at um SEV verður misnøgt við onkra avgerð hjá einum dótturfelag, so kunnu tey skifta nevndina í dótturfelagnum út. Sostatt verður tað SEV, sum í seinasta enda kann stýra báðum. Her skal tó sigast, at eg ivist í, um hesin teoretiski møguleikin nakrantíð fer at verða brúktur, tí eg havi varhugan av, at SEV veruliga ynskir at fáa hesi tingini at virka. Eisini hevur landsstýrismaðurin tryggjað sær, at fult gjøgnumskygni skal vera.

 

Landsstýrismaðurin hevur eisini boðað frá, at loyvið til pumpuskipanina nú verður avgreitt, so vit kunnu samanlagt siga, at nú henda aftur stór ting viðvíkjandi grøna orkuskiftinum í Føroyum eftir at gongdin var mestsum steðgað í nøkur ár.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back