Tjóðveldi og loysingarfólk í sjokk

25. mars 2022


Eg eri væl nøgdur við, at sannleikin nú loksins er staðfestur og prógvaður um treytina um felagsskapin við Danmark í lánsavtaluni hjá Eystur- og Sandoyartunlar. Tit Tjóðveldisfólk og onnur loysingarfólk kunnu hoppa og dansa so galið tit vilja og avnokta sannleikan - lánsavtalan ásetur greitt og týðuliga at fara Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðnum, ja so fellur hamarin


Tað mundi koma dátt við hjá Tjóðveldi og loysingarfólki at fáa upplýst, at táverandi fólkaflokslandsstýrismaðurin Jørgen Niclasen, sum jú umboðar ein loysingarsinnaðan flokk, góðkendi eina lánsavtalu hjá Eystur- Sandoyartunlar, sum bindur og klistrar Føroyar enn tættari at Ríkisfelagsskapinum.

 

Tað eru ivaleyst tey fægstu í Føroyum, sum hava vitað av hesum samanhanginum í lánsavtaluni um treytina at verða verandi í Ríksfelagsskapinum, meðan lánsavtalan er galdandi ella verður hon uppsøgd, afturgjald av restskuld o.a. - ein binding líka fram til 31. januar 2040.

 

Hetta má vera sjokkerandi og pínligt fyri tjóðveldisfólk og onnur loysingarfólk - nú muga allir dreymar og ætlanir um loysing verða parkeraðir í nógv ár fram í tíðina.

 

Ríkisfelagsskapurin hevur so stóran fíggjarligan týdning fyri Føroyar og landskassan, og lánið er so mikið stórt, at fara Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum, ja so fellur restskuldin til gjaldingar í ótíð og tørvur verður á kostnaðarmiklari endurfígging. Hetta er sligið fast við sjeytumma seymi í lánsavtaluni.

 

“Change of Control” kemur fyri, tá (i) felagsskapurin hjá Føroyum við Danmark heldur uppat, (ii)...“

 

“ ... Tílíkar broytingar kunnu vera, at Føroyar fara úr Ríkisfelagsskapinum, at landið selur av ognarlutinum í felagnum, ella at heimildin hjá felagnum at reka tunlarnar verður broytt.”

 

Tit loysingarfólk skulu ikki halda, at fólk eru so býtt, at tey ikki sjálvi kunnu lesa og skilja, hvat stendur í svarinum frá landsstýrismanninum, herundir brot úr lánsavtaluni.

 

Tað skal vera sagt her, at eg havi ikki ilt av hesum bindingum, sum gjørdar eru - eitt dømið upp á, hvussu vit positivt kunnu brúka Ríkisfelagsskapin. Vit hava aðra stóra samferðsluverkætlan fyri framman til Suðuroynna, so hvør veit um Ríkisfelagsskapurin ikki verður partur av einari skilagóðari loysn.

 

Nú eru allar gitingar og ivamál beind av vegnum og fakta fyriliggur um innihaldið í hesari lánsavtaluni.

 

Fyri Tjóðveldi og loysingarfólk er hetta ivaleyst ein beiskur sannleiki, sum tey skulu liva við í nógv ár frameftir.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back