Føroyagjaldið sigur alt

21. mars 2022



Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið um “sjálvboðið føroyagjald”.

 

Hann skjýtur upp, at føroyingar skulu kunna velja at rinda ein eykaskatt, sum skal mótroknast í blokkstuðlinum úr Danmark. Tá føroyingar rinda líka nógv inn sum blokkstuðulin er verdur, verður blokkstuðulin burtur.

 

Men hvussu nógv kostar tað fyri skattgjaldaran at fáa allan blokkstuðulin burtur eftir hesi skipanini?

 

Hagstovan sigur, at tað eru umleið 27.000 løntakarar í Føroyum. Um vit taka 640 mió. krónur í blokkstuðli burtur av inntøkusíðuni hjá landskassanum, og biðja allar hesar 27.000 løntakararnar rinda pengarnar, so skulu teir rinda knappar 24.000 krónur í part í meðal um árið (tað svarar til umleið 2.000 krónur um mánaðin).

 

Men nú er hetta ein sjálvboðin skipan, og tað er kanska bara tann minna helvtin av arbeiðandi fjøldini sum eru loysingarfólk, so vit skulu helst uppum 4.000 krónur um mánan, sum loysingarfólkini skulu gjalda, fyri at fáa hesar 640 milliónirnar innaftur.

 

Og so vita vit, at øll loysingarfólk fara ikki sjálvboðin at rinda 4.000 krónur eyka í skatti hvønn mánað. So lat okkum siga, at helvtin av teimum rindar hetta tjóðveldisgjaldið við gleði, so skulu tey rinda meira enn 8.000 krónur um mánaðin í part. Og eru tað so kona og maður, sum bæði eru íðin tjóðveldisfólk, so skal teirra húski rinda góðar 16.000 krónur um mánan í eykaskatti, sum svarar til 192.000 krónur um árið fyri eitt tjóðveldishúski.

 

Eg vænti ikki at tað verða nógv sum fara at søkja TAKS um loyvi at fáa hasa eykarokningina.

 

Eg má viðganga, at eg freistist til at atkvøða fyri uppskotinum, bara fyri at vísa, hvussu fá tjóðveldisfólk vilja rinda tað, sum eitt føroyskt fullveldi kostar.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back