Sambandsflokkurin vil hava fleiri kvinnur í politikk

8. mars 2022



Starvsnevndin í Sambandsflokkinum hevur tikið stig til at seta ein arbeiðsbólk undir heitinum: “Fleiri kvinnur í Sambandsflokkin”.

 

Sambandsflokkurin staðfestir, at flokkurin er alt ov illani umboðaður av kvinnum.

 

Arbeiðsbólkurin skal arbeiða fyri at fáa fleiri kvinnur í Sambandsflokkin, og skipa fyri tiltøkum, í samstarvi við lokalu veljarafeløgini, við tí endamáli at tekkja kvinnum at flokkinum.

 

Hetta er arbeiðssetningurin:

 

-  At tryggja, at jøvn umboðan verður á uppstillingarlistum hjá Sambandsflokkinum til komandi løgtings- og fólkatingsval.

 

-  At skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum, til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í Sambandsflokkinum.

 

-  At skipa fyri tiltøkum, har kvinnur fáa møguleika at seta dám á politikkin hjá Sambandsflokkinum, og somuleiðis kenna seg tryggar í Sambandsfloksins sosial-liberalu stevnuskrá.  

 

Arbeiðsbólkurin er samansettur av átta kvinnum, umframt einum skrivara.

 

Arbeiðsbólkurin hevur tilvísing til forkvinnuna í Starvsnevndini Rósu Samuelsen.

 

Umboðini eru hesi:
-  Maud Poulsen - Demokratia
-  Anna Falkenberg
-  Eyðdis Hartmann Niclasen
-  Hanna Ovadóttir
-  Marin Hentze Gaardlykke
-  Petrina Berg á Lag
-  Sunrid Traðará

 

Linnéa L. Petersen er skrivari í arbeiðsbólkinum.

 

“Eg meti tað vera umráðandi, at vit sum flokkur gera alt fyri, at bæði kyn eru eins væl umboðað í politikki. Eg gleði meg til at fara í holt við arbeiðið,”  …. sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í Starvsnevndini.

 


RN


Back