Edva fingið svar um yvirskipaða rehabiliteringslóg

28. februar 2022


Svar upp á fyrispurning nr. 52-129/2021 eftir § 52a í tingskipanini um yvirskipaða rehabiliteringslóg frá Edvu Jacobsen, løgtingskvinnu


Fyrispurningurin var soljóðandi:

 

1. Hvussu langt er komið við arbeiðinum at orða eina yvirskipaða rehabiliteringslóg, sum skal tryggja, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi?

 

2. Verður tað endiliga talan um “eina hurð” til borgaran tvørtur um geirar?

 

3. Nær kann væntast, at arbeiðið er komið á mál og lógaruppskot kemur í Løgtingið?

 

Svar: Til spurning 1og 2

Fyrst er at siga, at lógarkarmar er runt endurvenjingina í løtuni. Í 2015 varð lógarbroyting gjørd í sjúkrahúslógini, har tað verður ásett, at Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum  hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing. Kunngerð um endurvenjing innan Sjúkrahúsverkið varð sett í gildi í 2017, og verður endurvenjing allýst sum, «... miðvís, tíðaravmarkað og fyriskipað venjing, sum hevur til endamáls, at sjúklingurin í størst møguligan mun kann endurvinna sínar mistu førleikar, bæði likamliga, kognitivt og sálarliga».

 

Sambært kunngerðini skal Sjúkrahúsverkið gera endurvenjingarætlan til sjúklingin, umframt veita sjúklinginum kontaktpersón, ið hevur ábyrgdina av at samskipa endurvenjingina hjá sjúklinginum innan Sjúkrahúsverkið og mótvegis Almannaverki og kommunum. Endurvenjingarætlanin verður latin avvarðandi kommunu, Almannaverkinum ella øðrum sjúkrahúsi, um endurvenjing skal halda fram har. Líknandi ásetingar um endurvenjing eru í almannalóggávuni.

 

Sostatt hevur ein sjúklingur rætt til endurvenjingarætlan frá Sjúkrahúsverkinum í løtuni.

 

Hóast lógarkarmar eru kring endurvenjingina, ætlar landsstýrismaðurin nú at taka stig til at endurskoða lóggávuna fyri at meta um, hvørt batar kunnu gerast á verandi skipan.

 

Innleiðandi fundir hava verið innanhýsis í Heilsumálaráðnumumframt eitt samskifti við Lógardeildina, um hvat slag av lóggávu er tað rætta fyri at veita viðgerðartrygd millum geirar, tá ið tað viðvíkur rehabilitering. Skal talan til dømis verða um eina felags lóg ella “lógarpakka”.

 

Undirritaði hevur tikið ábyrgdina av at skipaarbeiðiðvið eini yvirskipaðari rehabiliteringslóggávu, soleiðis at eingin sjúklingur missir sínar rehabiliteringsmøguleikar og kann verða tryggur við at hava fulla viðgerðartrygd og fáa eina samskipaða rehabiliteringstilgongd millum geirarnar.

 

Landsstýrismaðurin vil samskipa arbeiðið millum geirarnar, tað vil siga millum heilsu-, almanna- og kommunala geiran. Hetta krevur, at allir partar eru við í arbeiðinum at skipa hetta økið.

 

Svar: Til spurning 3

Trupult  er at siga, nær arbeiðið er komið á mál. Ætlanin er at hava fundir við landsstýrismannin í almannamálum og Kommunufelagið í næstumfyri at umrøða møguligar loysnir.

 

Heilsumálaráðið, 25. februar2022

 

Kaj Leo Holm Johannesen

landsstýrismaður


RN


Back