Ríkisfelagsskapurin kann meira

19. februar 2022


Vit koma ikki víðari við neyðugum broytingum og menning av Ríkisfelagsskapinum við at vísa ein passivan politiskan atburð og halda, at felagsskapurin bara av sær sjálvum skapar innihald. Tørvur er á einum meira politiskt aktivum leikluti, sum fólkið kennir seg aftur í - tíðin er komin hjá Sambandsflokkinum at orða ein Ríkisfelagsskapspolitikk


Næstformaðurin í Sambandsflokkinum setur politisku kósina

Ríkisfelagsskapurin er ikki ein statiskur felagsskapur, men ein dynamiskur felagsskapur. Hetta skal skiljast soleiðis, at vit í Sambandsflokkinum og Føroyum ikki bara passivt skulu verða við - bara hyggja at, bara lata standa til, bara bíða, bara njóta, bara fáa, bara biðja ...

 

Nei, tað haldi eg als ikki er meiningin við okkara Ríkisfelagsskapi nú vit skriva 2022.

 

Eg og onnur við mær í Sambandsflokkinum verða í Dimmu 4. februar 2022, biðin av Helga Abrahamsen, næstformanninum og tingbólkaformanninum í Sambandsflokkinum, um at rætta inn politisku kósina og víst verður til stevnuskránna hjá flokkinum - Helgi sigur vegna Sambandsflokkin: ”Kortanei til ríkisrættarligar broytingar.” Ella vit kunnu bara taka loysing um nakað skal broytast.

                    

Vónandi eru tað ikki teir konservativu hógvarnir, sum nú stinga út undan í flokkinum.

 

Hinvegin, so hevur formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, nakrar ferðir verið frammi alment og víst á tørvin á leypandi modernisering av Ríkisfelagsskapinum.

 

Ríkisfelagsskapurin - ein liberalur ella konservativur felagsskapur?

Danmark sum vit hava valt henda felagsskap saman við - og sum eg absolutt haldi, at vit framhaldandi skulu verða í Ríkisfelagsskapi við - er ikki eitt konservativt land, men tvørturímóti eitt sera liberalt land við fólkaræði og frælsi í hásæti, eitt undangonguland í so máta.

 

Tað eru framdar nógvar betringar í Ríkisfelagsskapinum gjøgnum mongu árini, eitt nú umvegis heimastýrislógina o.a. - henda gongdin skal sjálvandi halda fram fyri at vinna okkum betri møguleikar og varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag.

 

Tað verður ikki næstformaðurin og tingbólkaformaðurin í Sambandsflokkinum, sum skal forða fyri einari aktivari menning av Ríkisfelagsskapinum, ella einari framtíðartrygging - Ríkisfelagsskapurin skal til eina og hvørja tíð geva meining fyri núverandi og komandi ættarlið.

 

Og ikki minst skulu allir partar í felagsskapinum síggja eina meining við hesum felagsskapi - og tað krevur, at arbeitt verður við politiskum innihaldi.

 

Tað, sum eg haldi er mest umráðandi er, at felagsskapurin er ein dynamiskur felagsskapur, har vit mugu seta okkum nýggj og framskygd mál saman - Ríkisfelagsskapinum, borgarunum og vinnuni at frama.

 

Ríkisfelagsskapurin er fyri nøkur ov nógv symbolpolitikkur, meðan eg vil meira realpolitikk í Ríkisfelagsskapinum.

 

Steintalvurnar eru ikki nóg mikið í 2022

Helgi vísir til stevnuskránna hjá Sambandsflokkinum, sum seinast er endurskoðað í februar 2002 - 20 ár síðani.

 

Vit kunnu kalla stevnuskráirnar hjá politisku flokkunum fyri steintalvur, og tær siga nakað um, hvat ein flokkur er settur í verðina til - politisku hugsjónirnar, meginreglur o.a. Ein stevnuskrá er meira statisk, men gevur vanliga pláss fyri nýhugsan og menning.

 

Men stevnuskráin sigur onki um politikkorðingar, sum meira ítøkiliga skulu vísa politisku kósina á ymsu politikkøkjunum, hvussu vit innrætta okkum og føra ein politikk, sum hoyrir nútíðarsamfelagnum til.

 

Ein passivur felagsskapur hevur onga framtíð

Vit hava í nógv ár fata Ríkisfelagsskapin, sum nakað sum onkursvegna bara er har, og sum av sær sjálvum skapar innihald og framburð fyri føroyingar.

 

Men vit skulu ikki vera ófyrireikað, dúva uppá onnur, lata hini gera arbeiðið o.a. - vit skulu vera upp á forkant saman við londunum í Ríkisfelagsskapinum.

 

Ein fyritøka, sum virkar á einum marknaði í kapping og sum ikki megnar broytingar og menning, er skjótt Out Of Business. Hetta kann eisini henda eftirhondini fyri Ríkisfelagsskapin, um vit bara lata standa til ella eru passiv.

 

Vit skulu seta okkum greið mál, hvussu vit síggja fyri okkum og menna okkara samstarv.

 

Vit skulu virka enn meira sum javnbjóðis partar og taka okkara part av ábyrgdini av okkara egna landi og politikkinum, har tað er møguligt og er okkara skylda. Hetta er tað, sum samstarv og ein nútímansgjørdur Ríkisfelagsskapur eigur at vera grundaður á. 

 

Hvar skal vælferð og vælstandur koma frá í framtíðini?

Í mínari verð er ongin ivi um, at vælferð og vælstandur í framtíðini skal koma frá okkum sjálvum í Føroyum. Tað verða ikki danir, sum koma ”at taka spakan úr hondini á okkum” og gera arbeiðið fyri okkum.

 

Rákið runt um í heiminum er strategisk og formelt samstarv millum lond, herundir um búskap, samhandil, trygd, verju, gransking o.a.

 

Størri aktivur leiklutur - tørvur á einum Ríkisfelagsskapspolitikki

Vit skulu hava ein aktivan ella virknan Ríkisfelagsskap, sum eisini framyvir í størri mun enn nú, sæst aftur millum Føroya fólk og í vinnuni, í dagligdegnum og ítøkiliga.

 

Vit skulu hava greiðar politikkorðingar í Sambandsflokkinum, eisini um Ríkisfelagsskapin - upplagt, at hetta er ein uppgáva fyri Okkara mann á Christiansborg, sum eg haldi ger eitt gott arbeiði.

 

Politiski innsatsurin at gagnnýta Ríkisfelagsskapin skal vera málrættaður og ítøkiligur.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back