Edva spyr um yvirskipaða rehabiliteringslóg

15. februar 2022


Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur 14. februar sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um yvirskipaða rehabiliteringslóg. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:

 

1. Hvussu langt er komið við arbeiðinum at orða eina yvirskipaða rehabiliteringslóg, sum skal tryggja, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi?

 

2. Verður tað endiliga talan um “eina hurð” til borgaran tvørtur um geirar?

 

3. Nær kann væntast, at arbeiðið er komið á mál og lógaruppskot kemur í Løgtingið?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna, at tá hendan samgongan bleiv veruleiki, settu vit okkum fyri at fáa loyst hetta sera týdningarmikla mál, sum øll hava bíðað eftir í rættiliga nógv ár.

 

Vit hava tað greitt niðurskrivað í samgongskjalið. Tað tekur rúma tíð, men arbeiðið er byrjað, og tað er meira, enn man hevur kunnað sagt frammanundan.

 

Hetta er so alneyðugt fyri borgarar og teirra familjur, sum hava brúk fyri almennum tænastum.

 

At enda sigur Edva Jacobsen, í sínum viðmerkingum, at tá sjúka og ymiskar avbjóðingar raka eina familju, er sera avbjóðandi, at fólk skulu brúka alla orkuna upp á at ringja runt til stovnar og ráð, uttan at at fáa eina greiða ætlan viðvíkjandi hjálp og viðgerð. Tí verður hesin spurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back