Vit brúka meira olju hóast grøna framleiðslan veksur

7. februar 2022



Grøna elframleiðslan í Føroyum vaks við 2,5 prosentum frá 2020 til 2021. Tað boðar SEV frá á síni heimasíðu. Tað í sær sjálvum er eitt stig tann rætta vegin. Men samtíðis verður boðað frá, at nýtslan av streymi øktist somikið nógv í fjør, at framleiðslan á Sundi (úr olju) øktist við 20 prosentum. Sundsverkið hevur ongantíð framleitt so nógv sum í fjør, hóast grøna orkuframleiðslan vaks.

 

Tað vil siga, at hóast vit kunnu fegnast um nýggju vindmyllurnar í Suðuroy og Biogassverkið Førka, so framleiddu hesi minni enn tað sum nýtslan øktist eftir bara einum ári. Ella sagt við øðrum orðum: Grøna framleiðslan má økjast meira enn hetta, bara fyri at oljunýtslan ikki skal vaksa. Skal oljunýtslan minka, má nógv meira gerast. (Her skal tó sigast, at myllurnar í Suðuroy eru ikki komnar upp í fulla framleiðslu enn).

 

Um fá ár skal ein stórur partur av húsunum hitast við elriknum skipanum, og bilarnir skulu eisini hava elmotorar. Tað fer at økja nýtsluna rættiliga nógv og seta tilsvarandi størri krøv til framleiðsluna.  

 

Men nú hendir nakað á økinum. Bara í hesum árinum skulu tvær stórar vindmyllulundir setast upp, og ein triðja kemur um ikki so langa tíð. Hetta fer at minka um oljunýtsluna, og fyri elprísin hevur hetta eisini stóran týdning. Elframleiðslan úr olju kostar 66 oyru fyri hvønn kWh (bara sjálv oljan), meðan nýggju vindmyllurnar skulu selja streymin til SEV fyri 22 oyru fyri hvønn kWh.

 

Tá allar tríggjar vindmyllulundirnar eru farnar í gongd verður vindframleiðslan í meginøkinum fimmfaldað, og SEV kann spara 30.000 tons av olju um árið. Tað fer at merkjast.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back