Vit eiga ikki at senda øðrum rokning fyri at tey sleppa at verja okkum

2. februar 2022



Føroyar eru partur av frælsa vesturheiminum, og tað merkir, at tann sum ger seg inná okkum, hevur í roynd og veru fingið øll NATO londini ímóti sær.

 

Vit rinda ikki eina krónu til NATO, og føroyingar hava heldur ikki hernaðarskyldu. Tað einasta vit kunnu lata felagsskapinum er loyvi at brúka okkara havnir, og loyvi at seta útgerð upp í Føroyum, og kortini eru vit vard av NATO fyri null krónur og null oyru.

 

Nú hevur NATO eitt ynski um at seta ein radara upp í Føroyum, og longu eru politikarar farnir at tosa um, hvat vit skulu krevja afturfyri. Hvat skulu tey rinda okkum, afturfyri at tey sleppa at verja bæði seg sjálvan og okkum?

 

Vit skulu sjálvandi einki krevja afturfyri! Vilja vit vera partur av vesturheiminum, so mugu vit eisini lata okkara lítla part til felagsskapin!

 

Hetta merkir als ikki, at alt sum NATO ger er rætt. Men vit tosa hóast alt um lond sum byggja á somu virði sum okkara. Tað at landsins stýri verður valt av fólkinum, tað at fólkið hevur loyvi at finnast at politiska valdinum, uttan at tað fær avleiðingar, tað at vit hava væl skipað rættarsamfeløg o.s.fr. tað eru virði, sum vit í okkara parti av heiminum eiga at standa sama um at verja.

 

Loysingarstríðið verður partur av málinum

Tá løgtingið í 2005 viðgjørdi Uttanríkispolitisku heimildarlógina, tá bleiv samtykt, at heimildin hjá landsstýrinum at gera altjóðarættarligar sáttmálar skuldi ikki galda fyri sáttmálar um verju- og trygdarpolitikk. Løgtingið samtykti, at tann parturin skuldi framvegis liggja hjá donsku myndugleikunum.

 

So tá Tjóðveldi, Framsókn og nú eisini Fólkaflokkurin royna at gera málið um nýggja radaran til eitt “danskt ynski”, so hongur tað als ikki saman.

 

Tað er ikki Danmark, ið hevur mest brúk fyri einum radara í Føroyum. Teirra hóttanir úr luftini koma ikki gjøgnum føroyskt loftrúm. Men løgtingið hevur samtykt, at trygdar- og verjumál eru ikki yvirtikin málsøki, og tí er Danmark við í viðgerðini.

 

Radarin minkar um vandan fyri kríggi

Tað undrar meg, at politiskir flokkar sum fyrr plagdu at pástanda, at gamli radarin á Sornfelli gjørdi Føroyar til eitt bumbumál, nú siga, at vit skulu krevja okkurt afturfyri radaran, ella at vit sjálvi skulu sjálvi eiga hann. Fyri tað fyrsta, so er ein radari við til at minka um vandan fyri kríggi, og um hann var eitt bumbumál, so hevði hann ikki blivið minni bumbumál av at vit áttu hann ella av at vit høvdu fingið pengar fyri hann.

 

Síðani gamli radarin á Sornfelli bleiv sløktur í 2007 hevur ein blindvinkul verið, sum hevur givið russiskum flogførum møguleika at flúgva ósædd gjøgnum loftverjuketuna hjá NATO. Tað er hetta holið sum nýggi radarin skal tetta.

 

Tað er okkara skylda, sum partur av frælsa vesturheiminum, at vit stuðla okkara sameindu í at tetta holið í verjuni, og vit skulu ikki krevja nakað aftur fyri. – At gott samstarv í seinna enda kann løna seg aftur á øðrum økjum, er ein onnur søga.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back