Suðuroyartunnil og avtøka av tunnilsgjøldum - ring til Mette Frederiksen og spar 1,2 milliardir

28. januar 2022



Vit koma kanska longu komandi ár at hava trupulleikar at afturgjalda Eystur- og Sandoyartunnilin. Í 2022 eru játtaðar 40 mió. kr. í landskassaveðhaldi til P/F Eystur- og Sandoyartunlar. Harafturat fer landið at seta 400 mió. kr. í partapeningi í felagið.

 

Vit vita ikki, hvussu ferðslutølini í framtíðini koma at útvikla seg, so vit kunnu ikki siga nakað við vissu um, hvørt inntøkurnar frá ferðslu, koma at klára at forsvara kostnaðin til rentur og avdráttir, og sostatt um veðhaldið frá landinum má halda fram.

 

Suðuroyartunnilin

At hetta er støðan við P/F Eystur- og Sandoyartunlinum nú, umframt at Suðuroyartunnilin onga játtan hevur á fíggjarlógini í hesum valskeiðinum, ger nokk, at Suðringar hava mist vónina til Suðuroyartunnilin.

 

Hetta kann ikki góðtakast, og er ikki í samsvar við løgmansrøðuna, har tað bleiv sagt, at koyrandi skal verða til Suðuroynna í seinasta lagi 2030.

 

Vit eiga at fara undir Suðuroyartunnilin beinanvegin, og samstundis avtaka øll tunnilsgjøld og fíggja allar tunlarnar samhaldsfast.

 

Vit eiga at stovna eitt partafelag til Suðuroyartunnilin sum skjótast. 4 mió. kr. eru avsettar til endamálið á fíggjarlógini fyri 2022.

 

Men at taka taka lán á 3,5-4,0 mia. kr. við rentu á umleið 2,5% við landskassaveðhaldi, er ikki neyðturviliga rætta loysnin. Vit eiga at hugsa út um boksina, og kanna, um tað finst ein bíligari fíggingarloysn, sum er til gagns fyri øll, brúkaran og landskassan.

 

Brúkaragjøld

Sum støðan er nú, gjalda ein heilt lítil partur av samlaða fólkatalinum eitt sera høgt tunnilsgjald, sum als ikki er rættvíst, og restin av upphæddini, skal so játtast á fíggjarlógini sum veðhald hvørt ár. Í veruleikanum er hetta ein eyka skattur, sum verður álagdur einum lítlum parti av Føroya fólki og vinnulívi - tað er bara tann naknið veruleikin.

 

Tíðin er komin, at vit avtaka øll tunnilsgjøld í øllum undirsjóvartunlum, og at rinda verður samhaldsfast. Hetta er neyðugt, fyri at fáa størst møguligu samfelagsligu nyttuna burturúr íløgunum, sum vit gera í samferðslukervið.

 

So stórar íløgur verða ikki bara gjørdar fyri at lætta um hjá teimum borgarum, ið hava størst nyttuvirði av íløguni, men sanniliga eisini fyri at skapa búskaparvøkstur og trivna í øllum landinum, og sum øll í síðsta enda fáa gagn av, eisini tey, íð kanska ongantíð sjálvi brúka tunlarnar.

 

Hugsa út um boksina

Loysnin kundi veri, at løgmaður beinanvegin ringir og avtalar fund við Statsministarin og Finansministarin í Danmark. Hví skal hann gera tað?

 

Sambært tølum, sum fyriliggja í dag, so kann Danmark, sum eitt av heilt fáum londum í heiminum, útskriva 20-ára lánsbrøv til 0% í rentu. Hetta kann Danmark, tí tað er eitt av 11 londum í heiminum, sum hava Triple AAA-rating - hægst møguliga kredittvirðið.

 

Tískil eiga Føroyar, sum partur av Ríkisfelagsskapinum, at kunna fáa fyrimun av, at Danmark kann fáa so góðar lánitreytir.

 

Føroyar kunnu gera eina avtalu við Danmark um, at danski staturin útskrivar lánsbrøv yvir 20 ár uppá 5 milliardir kr., til 0% í rentu, og at Danmark síðani lænir Føroyum hesar 5 milliardirnar, til somu treytir, 0% í rentu og at gjalda aftur yvir 20 ár.

 

Pengarnar ella lántøkuna skulu vit brúka til at byggja Suðuroyartunnilin fyri, og um tað er møguligt at innfría lánið í P/F Eystur- og Sandoyartunlar.

 

Á hendan hátt koma vit ikki at gjalda eina krónu í rentu, og kemur hetta at spara okkum fyri milliarda upphæddir.

 

Afturgjald og fígging

Afturgjaldingin yvir 20-25 ár kundi verið soleiðis fíggjað, at lánið verður afturgoldið við einari ein kombinatión av brúkaragjøldum og skatti.

 

Ríkisfelagsskapurin

Ríkisfelagsskapurin eigur at vera ein dynamisk eind, har londini innanhýsis, skulu kunna fáa fyrimunir, sum londini hvør sær hava at bjóða.

 

Í hesum førinum, har Danmark hevur so gott kredittvirði, at tey kunnu lána pening til 0%í rentu, so er tað upplagt, at tá vit standa frammanfyri íløgum, ið kosta 4 milliardir kr., so eiga vit at brúka møguleikarnar hjá danska statinum, sum ger, at vit sjálvi spara 1,2 milliardir kr. í rentuútreiðslum yvir eitt 20-ára skeið.

 

Lat okkum brúka fyrimunirnar í Ríkisfelagsskapinum meira aktivt og konstruktivt, og lat hetta verða byrjanina til eina nýhugsan av møguleikunum í Ríkisfelagsskapinum.

 

Erhard Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back