Taka ábyrgd og lyfta í felag

28. januar 2022



Børn og ung skulu ikki dragast við sálarløstir alt lívið orsakað av, at hjálpin ikki var har, tá brúk var fyri henni. Talið av børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum økist og hetta ávirkar ikki bara tann, ið stríðist, men alla familjuna. Vit verða noydd til at gera alt fyri, at børn og ung hava tað gott. Meira orka á fyribyrging og ein samskipan av tænastum er lykilin.

 

Tá eitt barn er fyri mistrivnað, kann hetta bæði botna í trupulleikum í skúlanum, heima ella kropsliga. Tískil kann tað vera trupult hjá familjuni at vita, hvønn tey skal venda sær til. Skipanirnar eru í dag nógvar, og hjálpa tær børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum dagliga. Tó eru skipanirnar so mikið nógvar, at tað kann tykjast trupult at vita, hvør rætti myndugleiki er, tí tær arbeiða ikki saman í nóg stóran mun.

 

Nú er tíð at virka. Fyrsta stigið er at seta inn eina PPR skipan – pedagogisk og psykologisk ráðgeving – í nærumhvørvinum. PPR skipanin skal geva neyðuga ráðgeving til familjur, dagstovnar og skúlar, og geva teimum eina inngongd. Hesar uppgávurnar skulu síðani samskipast við aðrar stovnar, soleiðis at allir viðkomandi myndugleikar í síðsta enda taka ábyrgd og lyfta í felag.

 

Longu bíðilistarnir kunnu umgangast

Psykiatarar søgdu í eini yvirlýsing, at í oktober stóðu 194 børn á bíðilistanum hjá barna- og ungdómspsykiatriini. Við verandi arbeiðsorku, verða tríggjar útgreiningar gjørdar um vikuna og bíðitíðin at sleppa til útgreining er í dag 16-17 mánaðir. Vit skulu minnast til, at tað tekur líka langa tíð at koma hartil, sum tað er at standa á bíðilistanum.

 

Tað er púra burturvið, at børn skulu standa á bíðilistum so leingi, og á fleiri ymiskum bíðilistum. Fyrst til Sernám og síðani á øðrum bíðilista í upp til 17 mánaðir, áðrenn tey fáa eina tíð hjá barna- og ungdómspysikatriini.

 

Hevði omanfyrinevnda ráðgevingin – PPR skipanin – verið í nærumhvørvinum, og harvið loftað og sett inn í tíð, hevði tað møguliga fyribyrgt, at barnið nakrantíð kom út fyri so stórum mistrivnað. Endamálið má vera, til eina og hvørja tíð, at seta so tíðliga inn sum gjørligt, og so skjótt sum tað varnast, at okkurt er áfatt. Halda vit áfram við sama leisti, verður trupult at lofta øllum í tíð, og byrðan fyri bæði familju og samfelag fer bara at vaksa.

 

Vit megnaðu at seta eina royndarskipan í verk sum tryggjaði ókeypis sálarhjálp til ung millum 15-35 ár, og hetta fegnist eg enn nógv um. Tó lættir hendan skipanin ikki um longu bíðilistarnir, men ger teir bara longri. Fáa vit fyribyrgt, við áðurnevndum átøkum, at summi børn enda á hesum bíðilistanum, sleppa tey, ið enn stríðast í tannárunum og tíðliga í vaksna lívinum, framat skjótari.

 

Taka ábyrgd og lyfta í felag

Vit ynskja eitt samfelag í serflokki. Eitt samfelag, har børnini og tey ungu trívast. Eitt samfelag, har børn og ung við sálarligum avbjóðingum sleppa at hava júst somu dreymar og ynski, sum øll onnur. Ikki eitt samfelag, har sálarsjúk børn og ung merkja eina fráveru av nærveru. Lat okkum liva upp til lyftið, um eitt samfelag í serflokki, og tryggja, at børn og ung trívast. Tað er uppgávan hjá politiska myndugleikanum at skapa teir neyðugu karmarnar, soleiðis at tey, ið stríðast, fáa skjóta og røttu hjálpina alt fyri eitt.

 

Fyrsta stigið er ein pedagogisk og sálarlig ráðgeving í nærumhvørvinum – PPR skipanin – til at ráðgeva familjur, dagstovnar og skúlar, og geva teimum eina inngongd. Skipanin skal samskipast við aðrar stovnar, soleiðis, at allir viðkomandi myndugleikar eru partir av arbeiðnum og lyfta í felag. Hetta kann lætta um trýstið, minka um longu bíðilistarnir og forða fyri, at nakar dettur niðurfyri.

 

Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin


RN


Back