Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka í radaramálinum

28. januar 2022



Føroyar eru, umvegis okkara ríkisfelagsskap við Danmark, partur av trygdarsamgonguni NATO. Síðan hendan samgongan varð skipað, hava vit verið umfatað av hennara verju og av somu orsøk eisini havt hernaðarligar installatiónir her á klettunum. Hesar umfataðu m.a. eina ‘early warning’ eftirlits- og ávaringarskipan á Sornfelli og hernaðarstøð i Mjørkadali. Hetta varð niðurlagt fyri heilt fáum árum síðani og landið fekk ognirnar ókeypis frá donskum myndugleikum.

 

Tá vit eru umfatað av hesi trygdarverjuskipan, er tað eftir mínum tykki ein sjálvfylgja, at okkara land og politiska skipan ger sítt í samband við trygdina í Norðuratlantshavi saman við teimum sameindu, sum í eini møguligari krígsstøðu vil verja okkum. Alt annað haldi eg vera tað reina hykl og undanstøkking, tí vit kunnu ikki vænta verju og tryggleika, uttan at tað hevur onkran kostnað. Hesin kostnaðurin er, í hesum sambandi, at geva loyvi til eftirlitsútgerð - ein eftirlitsradara á Sornfelli.

 

Ein radari er ein radari

Vit ganga øll inn fyri friði. Vit vilja liva so trygt og gott sum tilber, og nógv umrøddi radarin veitir júst hetta. Tí skilji eg ikki, hví man í heilum kallar barnið okkurt annað, enn tað er. Hetta er ein (hernaðar-) eftirlitsradari, er nakað galið við tí?

 

Ein radari er ein radari. Hann hevur til endamáls at tryggja, at man sær, hvat fyrigongur í loftrúminum. Hetta fyrst og fremst av trygdarávum, so ikki samanstoytir skulu henda.

 

Tað vísir seg so, at vit hava eitt sokallað “blind spot” yvir Føroyum. Hetta økið strekkir seg tvørturum føroyskt øki og suðureftir, og her flúgva flogfør hjá fremmandum tjóðum. Tað er av trygdarávum hvørki heppið fyri vanliga sivila flogferðslu ella hernaðarliga, at einki eftirlit er, tað kunnu vit skjótt blíva samd um. Hetta snýr seg um trygdina í Norðuratlantshavið, so einkult er tað. Hetta snýr seg um radaraeftirlit í okkara øki.

 

Danir umsita málsøkið og hava ábyrgd av tí, tí vit hava ongan føroyskan her ella verju. Í arbeiðnum um at økja um trygdina í Norðuratlantshavi, hevur danska forsvarið – saman við NATO – ynskt, at seta ein radara upp á Sornfelli. Hetta fyri at tryggja, at radaraketan – samanhangandi radarayvirlitið – dekkar alt økið, soleiðis, at vit fáa hildið eyga við, hvat fyrigongur yvir høvdunum á okkum. Hetta er bara skilagott, um tað so er, at ein hernaðarlig hending skuldi stungið seg upp.

 

Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka, og ikki blanda onnur politisk mál uppí, tí tað stjelur fokus frá veruliga málinum.

 

Lat okkum standa saman um, at vera við til at tryggja loftrúmið yvir okkum við hesum radaranum, og harvið eisini vísa okkara solidaritet yvirfyri verjusamgonguni og okkara sameindu.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back