Sambandsflokkurin ynskir veljaran í fokus

20. september 2021


Spennandi og fjølbroyttur landsfundur hjá Sambandsflokkinum. Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, fer at leggja upp til politiskt kjak, og Petur Frank Jákupsson Holm, formaður í Unga Sambandinum, fer at greiða frá um politiska ungdómsarbeiðið í flokkinum. Um kvøldið er veitsla


Sambandsflokkurin heldur landsfund leygardagin 25. september 2021 í Klaksvík, í nýggju hølunum hjá Garpar. Landsfundurin verður stroymdur frá kl.10.

 

Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, setur landsfundin og fer at greiða frá um politisku støðuna, og leggur soleiðis upp til politiskt orðaskifti millum veljararnar í flokkinum.

 

Eftir at formaðurin hevur havt orðið, er høvið at seta spurningar og gera viðmerkingar til floksleiðsluna og tingmanningina hjá flokkinum. Spurningar kunnu eisini setast umvegis teldupost: sambandsflokkurin@logting.fo

 

”Tað verður sera áhugavert at hoyra nýggja formannin í Unga Sambandinum, Petur Frank Jákupsson Holm, greiða frá politikkinum frá teimum ungu í flokkinum.” Sigur Bárður á Steig Nielsen, floksformaður.

 

Fleiri gestir verða á fundinum, og í ár eru evnini vælferð og vinna á breddanum.

 

Peer Bentzen, stjóri í tøknifyritøkuni Nemlia fer at greiða frá um KT-loysnir til heilsu- og røktarøkið, og um trygga og virðiliga tilveru í egnum heimi. Somuleiðis fer Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum og professari á Setrinum, at greiða frá, um týdningin fyri heilsuverkið av einum heilsugóðum lívi.

 

Eisini verða gestir úr okkara systurflokki í Danmark, Vinstra. Har Stephanie Lose, næstforkvinna ferð á pallin sum gestarøðari. Somuleiðis fer Edmund Joensen, fólkatingsumboð at greiða frá, um uttanríkispolitikk í Ríkisfelagsskapinum.

 

Eftir Landsfundin verður veitsla í hølunum hjá Garpar, kl. 19. Upplýsingar um tilmelding til veitsluna eru at finna á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum: Tilmelding veitsla og á Facebooksíðu floksins.

 

Øll sambandsáhugað eru vælkomin á fund og í veitslu.

 

Um spurningar eru viðvíkjandi landsfundinum ella veitsluni, kann ringjast á tlf. 312492. Møguleiki er eisini at senda teldupost á: samband@olivant.fo

 

Landsfundur: Skrá

 

Sambandsflokkurin


RN


Back