At stytta arbeiðsvikuna kann kosta 750 mió. krónur

7. september 2020



Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna við lóg, og at hækka lønina, soleiðis at fólk fáa somu løn fyri 37 tímar, sum tey nú fáa fyri 40 tímar.

 

Tað kann undra, at ein flokkur sum til fyri bara einum ári síðani umsat arbeiðsmarknaðarmál, og einki gjørdi við henda spurningin, nú skjýtur upp at heita á núverandi landsstýri um at fáa arbeiðið gjørt.

 

Uttan iva eru nógv góð argument fyri at stytta um arbeiðstíðirnar. Serliga hjá barnafamiljum kann tað vera trupult at fáa arbeiði og familjulív at passa saman.

 

Víst verður á í uppskotinum, at til dømis í Danmark er arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar. Her skal tó havast í huga, at teir tríggjar tímarnar sum danir brúka minni enn vit á arbeiðsplássinum, brúka teir helst væl og virðiliga til at ferðast millum heim og arbeiðspláss.

 

Tíðin saman við familjuni er neyvan longri hjá teimum, hóast tey arbeiða styttri enn vit.

 

Innflyta arbeiðsmegi

Vit innflyta í løtuni nógva útlendska arbeiðsmegi, tí vit hava ikki nóg mikið av arbeiðsfólki í Føroyum til at loysa allar uppgávurnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

Um føroyingar skulu arbeiða minni, skulu vit so innflyta uppaftur meira av útlendskari arbeiðsmegi, ella skulu vit framleiða minni?

 

Ein triði møguleiki er at biðja tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum um at “renna skjótari”.

 

- Aðrir møguleikar eru ikki.

 

Kostar nógv

At stytta arbeiðsvikuna við trimum tímum er eitt sera kostnaðarmikið átak.

 

Minsta tímalønin er í løtuni kr. 133, 89. Tríggir tímar við hesi lønini kosta góðar 400 krónur.

 

Tað vil siga, at um ein arbeiðsgevari skal seta eitt annað fólk í starv í tríggjar tímar, fyri hvørt starvsfólkið sum arbeiðir tríggjar tímar styttri um vikuna fyri somu løn, so skal hann rinda 400 krónur eyka um vikuna, fyri at fáa sama arbeiðið gjørt.  

 

Sambært Hagstovuni liggja samlaðu lønarútreiðslurnar um 840 mió. krónur um mánaðin.

 

Øll arbeiða ikki fulla tíð, men um vit siga, at øll stytta arbeiðstíðina við 7,5 prosentum (sum svarar til 3 tímar fyri hvørjar 40), so tosa vit um ein samlaðan kostnað á 63 mió. krónur um mánaðin, ella góðar 750 mió. krónur um árið, fyri at fáa sama arbeiði gjørt.

 

- Tað eru rættiliga nógvir pengar!

 

Jú tað eru nógv góð argument fyri at stytta arbeiðsvikuna, og vit kunnu undrast á, at Javnaðarflokkurin ikki brúkti møguleikan, meðan hann sjálvur umsat málsøkið.

 

Men vit kunnu ikki síggja burtur frá, at talan er um eina kostnaðarmikla broyting.

 

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður


RN


Back