Fámjinstunnilin - so verður skjótt klárt at bora

7. september 2020



Mikudagin 2. september setti Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, ein munnligan fyrispurning í tinginum til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, um nær útbjóðingartilfarið til Fámjinstunnilin verður klárt og nær boriarbeiðið kann byrja.

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum upplýsti, at gongst sum ætlað, kann farast undir at bora tunnilin til Fámjins móti sumri næsta ár.

 

Eisini upplýsti hann, at arbeitt verður samstundis við einari ætlan um at bjóða vegagerðina út fyri seg.

 

Løgtingið hevur samtykt eykajáttan til kanningar í sambandi við Fámjinstunnilin, og útbjóðingartilfarið verður ætlandi liðugt í november.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back