Bogi og býráðssamgongan misbrúka kommunukassan politiskt

27. juni 2020



Í einum lesarabrævi í gjár leggur Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, meg undir bæði líkt og ólíkt, í sambandi við, at Tórshavnar Kommuna nú ætlar at taka rívan til og játta umleið 500 tús. kr. til ólavsøkustuðul til grannaløg og eigarafeløg í kommununi.

 

Tað virkar sum, at Bogi vantar saklig argumentir, og tí velur at leggja eftir manninum heldur enn eftir bóltinum.

 

Nei, Bogi eg misbrúki ikki okkara tjóðarhátíð í nøkrum politiskum spæli.

 

Eg royni at gera vart við, at hetta tit gera við at deila pengar út í eyst og vest í sambandi við ólavsøku, onkursvegna er at fara út um mark og tær heimildir, sum eitt býráð hevur. Harumframt skapa tit præcedens ella eitt fordømi, sum kann verða brúkt ella misbrúkt av øðrum í framtíðini - tí er spurningurin, hvar gongur markið hjá tykkum?

 

Tað eru tit í býráðssamgonguni, sum fremja politiskt misbrúk.

 

Øll, sum bara fylgja eitt sindur við síggja, at tit, alt um eina leið, misbrúka støðuna politiskt við kombinatiónini:

 

1. korona

2. ólavsøka

3. kommunuval

 

Hetta samanfall av hendingum halda tit í býráðssamgonguni hóskar júst til at deila peningagávur út.

 

Faktiskt er hetta eisini óreint politiskt við tað, at tit brúka ótta og ótryggleika saman við lanseringini av hesum kreativa stuðulsátaki, sum minkandi um smittuvanda, og so blandar tú tilmæli frá tí almenna inn í myndina.

 

Eg síggi onki fakligt grundarlag ella tilmæli um, at hetta tit gera fer at minka um nakran smittuvanda og t.d. fyri einari røð av mikroútbrotum av smittu í Havnini á ólavsøku.

 

Eg royni at verja áhugamálini hjá kommununi og skattgjaldarunum, sum vit eru sett til at umsita sambært lógum, reglum o.a.

 

Tú sigur, at hetta tit gera er so einfalt - ja, serliga, tá tit sleppa framat kommunukassanum (other people´s money) og ikki hava tryggjað tykkum, at henda sokallaða alternativa trygga ólavsøkan virkar, t.d. sæð út frá smittuvanda.

 

So, nei Bogi Andreasen - tað eru tit og tú í býráðssamgonguni, sum groft misbrúka íkomnu politisku støðuna við korona, ólavsøku og kommunuvalinum fyri framman - fólk eru ikki so naiv og býtt, sum tú kanska heldur.

 

Tí er spurningurin um breiða fjøldin hoppar upp á tykkara politiska fuppnummar - upp á eitt ella annað tíðspunkt fáa fólk nóg mikið, ha …?  

 

Góða ólavsøku, Bogi!

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu


RN


Back