Høgni Hoydal - Arktis er ikki eitt tjóðskaparmál

15. juni 2020



Síðstu 10 árini eru umfatandi broytingar hendar norðanfyri okkum í Arktis-økinum. Upphitingin í økinum hevur havt við sær, at ísurin er nógv smeltaður, og hetta gongur nógv skjótari enn aðrastaðni á jørðini.

 

Arktis gevur vinnuligar møguligar innan gass, olju, miniralir, skipaflutning v.m. Í oktober 2019 undirskrivaðu vit sáttmála við Ísland og Norra, sum gjørdi, at Føroyar í undirgrundini vaks 27.000 km2 henda dagin, har stórur partur av hesum er í Arktis.

 

Í farnu viku kom frágreiðing frá DIIS (Dansk Institut for Internationale Studier), sum vísti tær avbjóðingar og teir møguleikar Arktis kemur at geva okkum sum land og sum ríki.

 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, vendi hesum beinanvegin til eitt tjóðskaparmál, tí nú skuldu danir gera av, hvønn leiklut, vit skuldu hava í Arktis - hetta er kortini á ongan hátt støðan.

 

Vit skulu sjálvi seta okkum fyri, hvørjar møguleikar Arktis gevur okkum, og hvussu vit á bestan hátt kunnu fáa nakað burturúr. Hetta hava vit eisini víst fyrr í uttanríkispolitikki og útflutningi annars, at vit ráða yvir okkara egnu viðurskiftum, so tað tænir okkara landi so væl sum gjørligt.

 

Høgni Hoydal sigur, at um vit velja í hesum málinum at seta Grønland, Danmark og Føroyar upp ímóti hvørjum øðrum, kunnu vit veruliga missa nógv meira, enn vit hava møguleika at vinna. Høgni hevur rætt í, at tað kunnu koma ósemjur, orsakað av ymiskum áhugamálum, men tað eiga vit at tryggja okkum ikki hendir - saman við danska uttanríkisráðharranum Jeppa Kofod og Ane Lone Bagger úr Grønlandi.

 

Lat okkum, sum partur í ríkinum, finna eitt felags stev, soleiðis at teir møguleikar Arktis gevur okkum, kunnu verða við at menna okkara samfelag fyri tey komandi ættarliðini.

 

Vit síggja okkum ikki sum ein útjaðara av Danmark.

 

Vit síggja okkum sum eitt land í einum sterkum ríki og einum góðum felagsskapi.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 


RN


Back