Jørgen - ein avtala er ein avtala!

10. juni 2020



Nú ert tú farin ov langt Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

 

Tað almenna og kommurnar skulu ganga í takt, tá talan er um lønarsamráðingar á almanna arbeiðsmarkaðinum. Fyrr í árinum var Jørgen Niclasen úti og heitti á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at vísa búskaparligt hógv - hann tosaði enntá um, at alment lønt áttu at havt ein lønarsteðg, t.v.s. ongar hækkingar í lønunum í einum komandi sáttmálaskeiði.

 

Men hetta, sum hendir nú skal Jørgen Niclasen gera øðrvísi og betri. Reint formliga skal ein slíkur sáttmáli góðkennast av fíggjarmálaráðharranum, men at hann ikki kann ganga hesum sáttmálanum á møti, skilji eg onki av.

 

Spurningurin er um fíggjarmálaráðharrin ikki fer út um sínar heimildir.

 

Spurningurin er eisini um ein politisk áheitan um at vísa búskaparligt hógv, er eitt fyrisitingarliga sakligt fyrilit at taka sambært kommunustýrislógini frá 1. januar 2001 og brúka tað sum grundgeving fyri at avvísa ein lønarsáttmála.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið eru komin ásamt um ein lønarsáttmála, sum líkist tí Lønardeildin gjørdi við Starvsmannafelagið fyrr í ár, men fíggjarmálaráðharrin leggur hesaferð kíla ímillum.

 

Í kommunustýrislógini § 5, stk. 5 stendur: “Ásetingarnar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalar felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.”

 

Tað skulu vera haldgóðar og vælgrundaðar orsøkir til, ikki at góðkenna lønarsáttmálan, tá feløgini eru komin ásamt um ein sáttmála, sum júst tryggjar eitt javnt alment lønarlag ella at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum - soleiðis sum ásetingin í § 5, stk. 5 hevur til endamáls. Og serliga, tá vit hugsa um, hvønn almennan ójavna vit fara at uppliva, um hesin sáttmálin ikki verður góðkendur.

 

Líka løn fyri sama arbeiði - sjálvandi!

 

Tað undrar meg bara almikið, at hin fyrri sáttmálin gekk beint ígjøgnum, beint áðrenn koronastøðuna.

 

Leggjast kann afturat, at Jørgen Niclasen hevur ávarað øll ímóti, at samfelagsbúskapurin og landskassin fór at verða raktur hart av koronatiltøkunum og avleiddu búskaparkreppuni. Hann hevur samanborið við politikkin í 1990-unum, at tað var ein feilur at knalla bremsurnar í og m.a. tá lækka almennu lønirnar, tí so steðgaðu samfelagshjólini.

 

Eg haldi, at vit eiga at krevja, at Jørgen Niclasen góðkennir henda sáttmálan ongantíð ov skjótt. Hetta bara tekur óneyðuga tíð og umsiting av einum so greiðum máli, sum ikki átti at verði nakað hóvasták um.

 

Hetta málið er tíverri við at fara av sporinum, og tí eigur løgmaður at traðka í karakter og sum skjótast rætta kós við at koma inn í málið - og soleiðis skera í gjøgnum í hesum málinum.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back