Rósa Samuelsen spyr um menningarætlan fyri endurmenning

11. februar 2020


Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum mikudagin 12. februar, at seta Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um menningarætlan fyri endurmenning


Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:

 

1. Er arbeiðið byrja at orða eina menningarætlan fyri endurmenning (rehabilitering) í Føroyum?

 

2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at ein menningarætlan fyri endurmenning (rehabilitering) kann leggjast fyri Løgtingið til aðalorðaskifti?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at endurmenning (rehabilitering) er avgjørt ein týdningarmikil partur av viðgerðartrygd, hesi hoyra óloysiligani saman. Avbjóðingin hjá sjúklinginum er oftani, at tað ikki er greitt, hvør veitir hvørja tænastu ella viðgerð, sum tørvur er á, eftir at verða útskrivaður av sjúkrahúsi. Fyri nakrar sjúkrabólkar verður tænastan veitt ambulant av heilsuverkinum fyri onnur ein samanblanding av heilsuverki og almannaverki ella heilsuverki og kommunu.

 

Tað er  alneyðugt, at ein heildarætlan (rehabiliteringsætlan) fylgir sjúklinginum, sum greitt vísir, hvør tørvurin er og hvør skal veita tær tænastur tørvurin vísir. Er tørvur á heilivági er greið mannagongd, men er talan um sálarfrøðiliga hjálp, talulæru, ergo- fysioterapi ella aðra viðkomandi viðgerð er støðan sera fløkt fyri sjúklingin. Sum steinur omaná byrðu, so er tað ein oyðimarkagongd, sum er fyri framman, bæði hjá tí, sum er sjúkur og avvarðandi.

 

Eitt samt Løgting samtykti í mai 2019 at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri løgtingið menningarætlan við greiðari visjón og ítøkiligum málum um samskipaða tvørfakliga endurmenning fyri Føroyar, sum tryggjar rættindi og skyldur hjá borgarunum. Sum skilst, so er tað landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum fekk hesa uppgávu.

 

Endamálið við at gera eina menningarætlan er at tryggja óhjálpnum, veikum borgarum og teirra avvarðandi eina skipaða endurmenning, sum skal verða ein lógarfestur rættur.  Skulu vit framhaldandi kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, har øll skulu hava tað gott og trívast, er tað neyðugt at tryggja endurmenning (rehabilitering) við lóg.

 

At enda sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, í sínum viðmerkingum, at tað er innan heilsuverkið at sjúka ella skaði verður staðfestur og út frá læknafakligari vitan og saman við øðrum fakbólkum at sett verður út í kortið, hvønn tørv ein sjúkligur hevur. Skal sjúklingur koma fyri seg aftur og kunna verða virkin í samfelagnum er alneyðugt, at samlaði tørvurin á hjálp og viðgerð verður staðfestur so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at sjúklingurin kann koma seg sum skjótast. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back