Johan Dahl spyr um Kappingareftirlitið og kappingarstøðuna í fiskivinnuni

5. desember 2019


Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um Kappingareftirlitið og kappingarstøðuna í fiskivinnuni. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Fevna kappingarlógin, kunngerðir og arbeiðsøkið hjá Kappingareftirlitinum um vinnuliga virksemið í fiskivinnuni? Her verður hugsað um at gera kanningar og metingar um kappingarstøðuna í veiðiliðnum.

 

2. Um ja, hví verða ongar kanningar gjørdar av kappingarstøðuni í fiskivinnuni og eru ætlanir um at gera nakrar kanningar?

 

3. Um nei, ætlar landsstýrismaðurin at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum tryggjar, at lógin og fyrisitingarreglur eisini fevna um fiskivinnuna?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at fiskivinnan er ein av okkara høvuðsvinnum, og tað er týdningarmikið at tryggja effektivitet og produktivitet í hesari týðandi vinnugrein. Tað er eisini eitt mál at skapa vinnukarmar, sum hava við sær stórt lønsemi og stóra virðisøking.

 

Til tess at tryggja at hetta hendir, hava vit eina kappingarlóg, hvørs endamál er við virknari kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar. Lógin fevnir um øll sløg av vinnuvirksemi og almennum stuðli til vinnuvirksemi.

 

Kappingareftirlitið hevur seinastu árini uppbygt eina siðvenju at kanna kappingina í ávísum vinnugreinum og kanna fyritøkur, sum virka á føroyska marknaðinum, meðan onki fokus er á kappingarfortreytirnar á útboðssíðuni í stórum og týðandi vinnugreinum, og á fyritøkur, sum selja sínar vørur á útlendska marknaðinum.

 

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at henda raðfesting av innsatsøkjum hjá Kappingareftirlitinum virkar ógvuliga løgin, serliga tá politiski myndugleikin fremur eina útlutan av veiðiloyvum og samstundis ynskir lønsemi og virðisøking í hesari vinnugrein. Henda skipan virkar avmarkandi upp á kappingina. Ein týðandi partur at tryggja lønsemi og virðisøking er kapping, undir hesum skapa atgongd til nýggjar aktørar og soleiðis skunda undir innovatión.

 

Sostatt átti tað at havt ein serligan áhuga fyri Kappingareftirlitið við tilhoyrandi lóggávu at kannað júst fiskivinnuna, her veiðiliðið. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back