Politikarar skapa vinnukarmar - vinnan avgerð íløgurnar

5. november 2019


Tað er vorðin ein ivasamur politiskur retorikkur, at nakrir politikarar fleiri ferðir í seinastuni hava víst á, at tá enn “ein nýggj” fiskivinnulóggáva er komin upp á pláss, ja so er at fara í gongd við nýíløgur. At skapa vinnukarmar er í lagi, men beinleiðis at fara alment út við einum boðskapi um, at .... nú kunnu tit fara undir nýíløgur, nú er klárt - tað kann verða vandamikið


Tað er ikki uppgávan og leikluturin hjá politisku skipanini at eggja vinnuni til nakað ítøkiligt, men bara at skapa neyðugu búskapar- og vinnukarmarnar - hartil gongur markið. Nú nýggj fiskivinnulóggáva er til politiska viðgerð verður farið enn víðari í retorikkinum við at selja hesa lóggávuna soleiðis ... nú gera vit tað so gott, og tí vænta vit politikarar, at tit í fiskivinnuni gera íløgur í nýggj og betri vinnutól ella fiskifør.

 

Hugsi tykkum, at leiðslurnar í vinnuni lurta ókritiskt eftir politisku skipanini og fara undir umfatandi íløguvirksemi, og síðan gongur galið á teimum økjum, har vit onga ávirkan hava, t.d. altjóða marknaðurin minkar fyri okkara vørur, prísirnir á útflutningsvørum lækka, rentan hækkar, oljuprísirnir hækka - og ikki minst vit fáa fiskaloysi ella stóra afturgongd í fiskastovunum, eins og tað vit hava upplivað seinastu nógvu árini við botnfiskinum undir Føroyum.

 

Henda t.d. munandi broytingar í fiskastovnunum, vil trýstið á politisku skipanina gerast serliga stórt um at fáa størri kvotur, fleiri fiskidagar o.a., nú politiska skipanin hevur eggjað til nýíløgur - og við tí grundgeving, jamen tit eggjaðu til at gera nýíløgur, men fortreytirnar fyri forrentning eru broyttar, so nú mugu tit eisini taka um endan.

 

Mín boðskapur er, at vinnan sjálv skal taka hesar strategisku avgerðirnar um nýíløgur og útvegan av eginkapitali, meðan politikarar skulu skapa lógarkarmar og bankarnir útvega fígging. Í síðsta enda eru tað kundarnir ella marknaðurin, sum ger av um tiknu strategisku avgerðirnar hjá fiskivinnuni eru rættar ella kappingarførar.

 

Tað vildi eisini veri skeivt og burturvið, at politikarar heittu á byggifyritøkur í Føroyum um at keypa inn ella gera íløgur í nýggjar gravkýr, dumparar ella heysikranar, og t.d. ikki gera íløgur í brúkt vinnutól.

 

Er tað soleiðis, at ov fáar nýíløgur verða gjørdar í fiskivinnuni, so er væl ein orsøk til tað - og teirru støðuna og vantandi strategisku avgerðina mugu aktørarnar í fiskivinnuni onkursvegna sjálvir ábyrgdast fyri, serliga tá politiska skipanin hevur gjørt sítt fyri at skapa kappingarførar vinnukarmar.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back