Rósa spyr um MVG-endurrindan til hitapumpur

15. oktober 2019


Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um MVG-endurrindan til hitapumpur. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:

 

1. Hvussu nógv hava gjørt nýtslu av møguleikanum at fáa endurrindað MVG fyri uppseting av hitapumpum, síðani lógin kom í gildi, býtt upp á ár og økir í landinum? 

 

2. Hvussu nógv er talan um í krónum, býtt upp á ár og økir í landinum?

 

3. Ber til at siga, at ferð er sett á at fáa fólk/ húsarhald at  leggja um til hitapumpur‚ grundað á MVG-endurrindan?

 

4. Er landsstýrismaðurin sinnaður at leingja lógina um MVG-endurrindan til elriknar hitapumpuskipanir, sum gongur út 31.12.2019?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at verandi lógaráseting um endurrindan av MVG til hitapumpur fer úr gildi 31. desember 2019.

 

Endamálið við lógini um endurrindan av MVG fyri hitapumpur, sum bleiv samtykt 30.05.17, var at fáa sett ferð á at leggja um til grøna orku, eitt stig til at røkka ítøkiliga málinum um, at í minsta lagi helvtin av sethúsum og bygningum, skulu verða hitað við el frá varandi orkukeldum.  
 

Tað eru kortini fleiri, sum enn ikki hava havt møguleikan at útvega sær hitapumpur, tí tað er mangul uppá hondverkarar og bara eitt felag borar jarðhitahol, og tí er trupult at sleppa í gongd at byggja og eisini at leggja um til nýtslu av hitapumpum.

 

At enda sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, í sínum viðmerkingum, at fleiri eru nú í bíðustøðu fyri at koma í gongd, og áhugin fyri hitapumpum og jarðhita er sera stórur. Sostatt er umráðandi, at hildið verður fram við skipanini við endurrindan av MVG fyri hitapumpur, og at skipanin veruliga fær møguleika og eitt neyðugt skotbrá at virka eftir endamálinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back