Avgjaldsneytið

29. august 2019



Í Vágum og Norðoyggjum eru vit nakað heilt serligt.

 

Hygg í speglið og nýt sjónina. Har sært tú eitt heilt serligt avgjaldsneyt. Hóast vit hava tikið okkara tunga tak, so er tøkkin frá avgjaldssamgonguni, at tú og tíni nú er útnevnd/ur til almen avgjaldsneyt.

 

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ætla, tú framhaldandi skal vera tað.

 

Eitt merki átti at verið seyma í klæði okkara, so lættari var at síggja, at vit vóru útnevnd til nakað serlig.

 

Eg dámi  tó ikki, at fólk og vinna í okkara øki eru gjørd til avgjaldsneyt. Tí eigur núverandi samgonga og teirra umboð ikki at fá eina einastu atkvøðu úr Vágum og Norðoyggjum. Ei heldur frá landinum annars. Núverandi samgonga er ósolidarisk og hetta má fáa ein enda.

 

Sambandsflokkurin vil avtaka bummin og ikki gera okkum í Vágum og Norðoyggjum til serlig avgjaldsneyt.

 

Vit skulu eftir valið hyggja í spegli og síggja okkum sum tað vit eru. Vit skulu ikki síggja eitt avgjaldsneyt standa har.

 

Vel avgjaldsneytið frá og set X fyri Sambandsflokkin.

 

Marjus Dam

fyrrverandi løgtingslimur fyri Sambandsflokkin


RN


Back