Hospice í Føroyum

28. august 2019



Doyggjandi sjúklingar og teirra avvarðandi skulu hava møguleika at koma á hospice, ta síðstu tíðina av sjúkraleguni.

Flestu teirra ynskja ikki at blíva innløgd á sjúkrahús, og heimasjúkrarøktin setir alt inn, sum tey yvirhøvur kunna, fyri at hjálpa sjúklingi og avvarðandi at vera heima so leingi sum gjørligt.

Støðan gerst tíverri, tó væl skiljandi, oftani ótrygg fyri tey avvarðandi, sum skulu ígjøgnum nógv saman við sjúklinginum hesa síðstu tíðina.

Í verandi løtu er ein palliativ eind á B6 fyri krabbasjúklingar, við plássi fyri 2 sjúklingum, og hava sjúklingar og avvarðandi, havt stóra gleði av hesum tilboðnum.

Umstøðurnar á sjúkrahúsdeildunum, við yvirbelægningi hvønn dag, eru ikki gearaðar til at taka hond um palliativa sjúklingin, ið liggur til tað síðsta, og enn minni avvarðandi. Sjúklingabólkarnir, ið eg meini við, eru langtíðar sjúkir og at enda terminalir sjúklingar við nýrasvíkjan, lungasvíkjan, hjartasvíkjan, ALS, M.S. og aðrar sjúkur.

Tey mugu ofta bíða í tímar í móttøkuni, fyri síðani at enda at liggja úti á gongini uppi á sjálvari deildini, millum rópandi, dementar og óðar sjúklingar. Hetta er óvirðiligt og ikki nøktandi.

Hví ikki gera eitt hospice, burturfrá sjúkrahúsdeildunum, at taka ímóti terminalum sjúklingum, har hædd verður tikin fyri støðuni hjá sjúklinginum, og har tey avvarðandi verða tikin hond um av sjúkrarøktarfrøðingum við útbúgving innan hospicefunktión, og við møguleika at fáa atgongd til lækna, prest, sálarfrøðing, socialráðgeva o.l. um neyðugt.

Eitt stað, sum er merkt av friði.
Fyri sjúklingin.
Fyri avvarðandi.
Hospice í Føroyum.

Hetta er eitt av mínum hjartamálum.


❌ við lista B
Jensia Højgaard Kjærbæk, títt valevni á lista B
 

#Saman um Sambandsflokkin


RN


Back