Tá tað óvæntaða hendir

27. august 2019



Tey, sum gerast foreldur at børnum við serligum tørvi, møta eini øðrvísi avbjóðing frá byrjan av, enn onnur foreldur. Lívið broytist heilt, og tey hava veruliga tørv á, at gerandisdagurin ikki gerst ov tungur. Eg havi sjálvur roynt skelkin, at hava fingið at vita, at sonur okkara hevur sjáldsama sjúku. Og so eftirfylgjandi upplivað, hvussu hann hevur havt tørv á persónligum stuðli, læknahjálp‚ heilivági og ergoterapeutiskum venjingum. Tað var ofta eitt stórt meiningsleyst stríð‚ at fáa neyðugu hjálpina. Hetta mugu vit gera betri.

 

Vit mugu geva betri ráðgeving til familjur við børnum, ið bera brek. Eina ráðgeving, sum er samanhangandi og veruliga ger mun. Vit mugu heilt avgjørt uppraðfesta hetta økið, tí øll kunnu koma út fyri, at fáa tørv á slíkari hjálp.

 

Í síðstu viku tosaði eg, við einliga mammu at barni við serligum tørvi. Hon greiddi mær frá‚ hvussu hon‚ eftir at hava fingið at vita hennara barn bar brek kom í fíggjarligar trupulleikar. Henni bleiv tilmælt av læknanum at verða heima hjá barninum fyrstu 2 árini. Sjálvandi gjørdi hon tað. Hon kundi tískil ikki arbeiða‚ men fekk peningaliga veiting áljóðandi 25 túsund krónur um mánaðin‚ sum er max veiting fyri mista arbeiðsinntøku. Sigast skal‚ at hon vann sær 30 túsund um mðr. áðrenn hetta hendi. 25 túsund ljóðar sum ein brúkilig upphædd‚ men av teimum skuldi stovnsgjald og frítíðarløn takast av. Tá avtornaði‚ fekk hon útgoldið 10 túsund krónur‚ sum hon skuldi brúka til bústað, mat og alt annað, sum nú einaferð krevst. Eg má siga, at hetta er rættiliga skelkandi. Eitt er at koma í so trupla støðu, og eitt annað er at koma í fíggjarligar trupulleikar. Sigast skal, at fíggjarligir trupuleikar eisini kunnu raka foreldur at børnum, ið ikki bera brek, men brádliga verða álvarsliga sjúk. Tí tá má annar teirra vera heima hjá barninum í longri tíðarskeið.

 

Eitt nýtt stig á vegnum, má vera, at ein kvinna ella maður, ið er heima hjá barni við sjúku ella við serligum tørvi í longuri tíðarskeið, má kunna gera tað, uttan at koma fíggjarligar trupulleikar. Veitingin, sum verður givin í dag skal eftirmetast familjurnar tørvi og ikki mótroknast í tíðarskeiðnum læknin tilmælir at foreldur eru heima. Eg vil virka fyri, at hetta verður broytt.

 

Sámal Hanni Lognberg

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back