Rúsdrekkamentanin skal broytast

26. august 2019



Kjakið um rúsdrekka fyllir nógv í samfelagnum í dag - serliga ímillum okkum ungu.

 

Sum heild meta vit, at rúsdrekkamentanin í Føroyum skal broytast til tað betra. Hetta meta vit verður gjørt á bestan hátt við at gera tað veikara rúsdrekka lættari atkomuligt - her hugsa vit um øl, cider og vín.

 

Persónliga halda vit, at tað átti at veri møguligt at keypt sær øl, cider og vín úti í handlunum, tí vit meta, at tað eigur at vera møguligt at fáa sær eina fløsku av víni afturvið nátturðanum, hóast rúsan er stongd og vit ikki náddu at keypa inn, áðrenn tað lukkaði. Á hendan hátt stimbra vit rúsdrekkamentanina, til at vit keypa tað vit hava tørv á, t.d. til nátturðan, heldur enn tann “lagurmentaliteturin”, at man fer í Rúsuna og keypir afturvið nátturðanum og so sterkari løgir afturat, tí hesir eru atkomuligir har.

 

Vit skilja væl kritikkin, ið er til uppskotið, men vit eru vís í, at um broytingin verður framd, tá málið er orduliga viðgjørt, og ein góð loysn er funnin til hetta, so eiga vit at kunna bjóða borgarunum møguleikan at keypa sær hesar løgir.

 

Kanningar í Svøríki hava víst, at við slíkari broyting fer nýtslan av tí sterkara rúsdrekkanum niður, og heldur verður tað, tað veikara rúsdrekka, vit koma at nýta. Tískil fer hetta at elva til eina sunnari tilgongd til rúsdrekka. Hetta halda vit verða ein gongd leið.

 

Anna Falkenberg og

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum

valevnir til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back