Fosturtøka

24. august 2019



8. juni 2018 varð nýtt felag stovnað, sum hevur eittans endamál at lata kvinnum fáa fría abort her í Føroyum. Í dag er tali av fólki í dáma síðuna hjá Frítt Val, komin uppum tey 1.300 fólk.

 

Sagt verður, at kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi, og hetta skal vera við at betra um javnstøðuna í landinum.

 

Viðvíkjandi fosturtøku og foreldramyndugleika, eru páparnir afturúrsigldir, og eftir mínari meining skuldu teir hava líka nógv at sagt innan hesi øki.

 

Men! Tað er her ketan hoppar av, so leingi fólk halda, at kvinnur hava ræðið á fostrinum í lívmóðrini, so fara fólk aldrin at broyta meining og næstan ómøguligt er at fáa fólk at broyta hugsan.


Einasti mátin er at samráðast, og útlitini síggja ikki gott út fyri Frítt Val.


Trýst gevur móttrýst, og sagt verður at man skal smíða, meðan jarnið er heitt, og ferð hetta máli í eldin, so fara kvinnur at missa sín einkarætt á børn síni, og fáa eina herdað fosturtøkulóg.

Út við tí gamla, inn við tí nýggja
At ein lóg er gomul skal rættvísgera eina lógarbroyting er ikki altíð tað rætta.


Ein fosturtøkulóg er har fyri at fyribyrgja og regulera fosturtøku, og tað hevur okkara núverandi lóg sanniliga gjørt, og eg dugi ikki at síggja nakra meining í, at hon nú skal broytast.

Vit kunnu bara hyggja til Grønlands, teirra fría fosturtøkulóg verður hálovað av felagsskapum í standa inn fyri fríari fosturtøku og kvinnurættindi, men syrgiliga úrslitið er tað, at har verða fleiri fosturtøkur framdar enn tað verða børn sett í verðina.
 

Lat tað standa klárt fyri veljarum nú veljast skal, at míni etisku virði ikki eru kollsigld.

Hans Marius E. Høgnesen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back