Børnini eru tað dýrabarasta tilfeingi vit eiga

24. august 2019



Vit, sum arbeiða við børnum vita, hvussu umráðandi tað er at hava tíð til børnini. Vit kenna til tann hektiska dagligdagin, har vit renna og renna, allar tær praktisku uppgávurnar, sum skulu gerast.

 

Og til tíðir koma vit heim við einari kenslu av ….. náddi eg nú at geva tað umsorgan, sum liggur mær á hjarta. Tíðin til umsorgan og til tær relatióninar, sum gera, at okkara børn mennast og blíva heil menniski, at vit blíva hoyrd og sædd.

 

Hetta er tann tíðin, sum vit sum samfelag ikki skulu taka fyri givið, men tryggja, at starvsfólkini, sum arbeiða á dagstovnøkinum fáa.

 

Vit skulu seta eitt minstamark fyri normeringar, vit skulu tryggja, at starvsfólk, sum arbeiða á dagstovnaøkinum kring landið, kunnu geva børninum tað tíð, tann tryggleika, og umsorgan tey hava tørv á.

 

Sambandsflokkurin tekur undir við og vil arbeiða fyri, at sett verður eitt minstamark á normeringina á dagstovnaøkinum.

 

Set x við Anju Haldansen á lista B

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back