Grundupphæddin hjá pensjonistum skal hækkast við Kr. 580,-

19. august 2019



Sambandsflokkurin vil ein lættari og betri aldurdóm, har tað loysir seg hjá pensjonistum at arbeiða – mótrokningin fyri arbeiðsinntøku skal avtakast.

Vit liva longri og longri. Og eldru føroyingarnir eru ikki ein byrða, men ein gáva. Pensjonistar skulu hava so góð kor sum til ber. Um ein pensjonistur velur at arbeiða, so skal viðkomandi ikki brandskattast, men veruliga fáa nakað burturúr sínum eldhuga. Tí skal mótrokningin fyri arbeiðsinntøku avtakast sum skjótast.

Saman um pensjonistarnar.

Sambandsflokkurin


RN


Back