Kr. 2.000,- meira í barnafrádrátti fyri hvørt barn

19. august 2019



Fyri at lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljunum í Føroyum, fer Sambandsflokkurin at arbeiða fyri at hækka barnafrádráttin við kr. 2.000 fyri hvørt barnið. 

 

Tíðirnar eru góðar, og vit uppliva at fleiri og fleiri velja at seta sær búgv í Føroyum og at stovna familju her. Hetta er at gleðast um. Men tá tíðirnar eru góðar, tá kvinkast prísir á flest øllum vørum og tænastum uppeftir. Tí vilja vit stimbra hugin hjá barnafamiljum, at velja Føroyar til - heldur enn at velja Føroyar frá. 

 

Vit vilja hækka barnafrádráttin við kr. 2.000,-, so Barnafamiljan fær størri fíggjarligt rásarúm. 

 

Saman um barnafamiljuna. 

 

Sambandsflokkurin


RN


Back