Ein tann vandamiklasta farleið í Føroyum

11. august 2019



Í 2015 tók eg stig til at savna inn undirskriftir fyri at mótmæla teimum korum, sum verandi farleið norður um fjall bjóðar norðingum (Klaksvík-Árnafjørð-Norðdepil) .

 

Sambært Landsverk koyra á leið 1.400 bilar gjøgnum tunlarnar hvørt samdøgur. Tilsamans vóru 2.221 undirskriftir innsavnaðar. Tær vórðu handaðar táverandi landsstýrismanni í samferðslumálum, Henrik Old, men síðan er einki hent.

 

Tunlarnir eru frá 1965 og 1967. Vegbreiddin er 2,8 m og frí hædd er 3,1 m. Hetta eru teir smalstu og lægstu tunlar vit hava í Føroyum.

 

Landsverk upplýsir í samferðsluætlan fyri nýggjar tunlar, at í núverandi tunlum er breiddin er 3,5 m og hæddin er 3,1 m. Her upplýsa teir skeiv tøl, tí breiddin er bert 2,8 m.

 

Henda farleið er sera vandamikil, og órógvar rættuliga nógv gerandisdagin hjá borgarunum, ið búgva norðan fyri fjall. Men eisini vinnulív er darvað og tað skjótt vaksandi talið á leigubilum ger støðuna ikki betur, heldur tvørturímóti.

 

Um vanlukkan hendir, so er ongin telefon, og samband við fartelefon er bara í støðum og ljósini gera lítlan mun. At eldsløkkjarar standa við tunnilsmunnan og inni í tunlinum geva eina kenslu av trygd, men haldi ikki, at verulig trygd er til staðar. Skuldi eldur komið í, fer onkið sløkkilið inn har, so ein skal altíð hugsa, áðrenn farið verður inn í tunlarnar, hvussu ættin er.

 

Vit senda okkara børn, sum ganga í 8.-10. fl. við bussinum í skúla til Klaksvíkar, og tey sum fara í miðnámsskúla til Kambsdali og Klaksvík, so tað fer eisini eitt stórt tal av ungdómi gjøgnum tunlarnar hvønn dag.

 

Eg vil arbeiða miðvíst fyri, at hendan  farleið verður framskundað og at besta loysnin verður vald.

 

Sunneva Simonsen Ludvig

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

 

 

 

Myndin vísir, at tunlarnir norður um fjall rúma ikki ferðsluni.

Bussurin her er ov stórur og varð steðgaður av lokalum bilførarum, áðrenn hann kom inn.


RN


Back