Gloymdu heilsumilliónirnar

11. august 2019



At heilsuverkið skal hava hægstu raðfesting - sær út til at allir politisku flokkarnir eru so sára samdir um.

 

Vit vilja hava eitt heilsuverk, sum er á sama støði við okkara grannalond - men higartil hava vit ikki vilja goldið tað sum skal til, fyri at náa tí málinum.

 

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

Í farna valskeiði varð gjørd ein sonevnd menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið (ikki heilsuverkið samlað) og hevur verandi samgonga breggjað sær av, at nógv í hesi ætlan er sett í verk.

 

Løgið nokk, so hevur ikki verið so nógv at hoyrt ella sæð til metingarnar í hesi somu menningarætlan um, at um vit skulu samanbera okkum við heilsuverkini í grannalondunum, so mugu vit allarhelst brúka einar 200-300 milliónir krónur afturat árliga. Tá kunnu vit siga, at vit brúka líka nógvar pengar upp á heilsuverkið, sum grannalondini.

 

Vantandi játtan til sjúkahúsverkið

Á hvørjum tí einasta ári hoyra vit um, at játtanin til sjúkrahúsverkið ikki fer at halda og eykajáttanir mugu til. Tað er so sjálvsagt, at soleiðis er, tá grundleggjandi neyðuga játtanin er so nógv ov lítil, um vit skulu kunna veita ynsktar tænastur til okkara sjúku.

 

Samstundis vita vit, at avbjóðingarnar í framtíðini eru stórar fyri sjúkrahusverkið og heilsuverkið sum heild.  Nýggir viðgerðarhættir, kostnaðarmikil heilivágur, fleiri eldri fólk og fleiri fólk við kroniskum sjúkum, leggja trýst á heilsuverkið komandi árini.

 

Ein av avleiðingunum av, at tað er játtað ov lítið av peningi til sjúkrahúsini er, at tað eru íkomnir sokallaðir bíðilistar, har fólk ikki fáa viðgerð tá tey hava brúk fyri tí, men mugu bíða til tað einaferð eydnast sjúkrahúsverkinum at finna pengar til viðgerðina. Hetta er skammiligt og ikki hóskandi fyri eitt framkomið sjúkrahúsverk.

 

Avvarðandi politikarar snúgva sær undan við at siga, at tað er tí, at tað t.d. mangla serlæknar. Tað er rætt at tað mangla serlæknar, men bíðilistar koma av, at ov lítið av pengum eru játtaðir. Tað ber altíð til at fáa serlæknar til at koma at viðgerða tey sjúku, og tað gera vit eisini í nógvum førum.

 

Men avvarðandi politikarar hava ikki vilja játtað neyðugar pengar á fleiri økjum, og so koma bíðilistar. Í staðin fyri at játta neyðugu pengarnar, so hevur politiska ambitiónin verið at fáa felags bíðilista fyri øll trý sjúkrahúsini. Tað hevur verið arbeitt við tí í fleiri ár, men enn er ikki komið á mál.

 

Tað má sigast at verða ein ússalig politisk ambitión: Felags bíðilisti! Fyri sjúklingin er floytandi líka mikið um hann stendur á einum, tveimum, trimum ella einum felags bíðilista!  Sjúklingurin vil als ikki standa á nøkrum bíðilista. Hann vil hava viðgerð tá hann hevur brúk fyri tí.

 

Sambandsflokkurin vil viðgerðartrygd

Tað er eisini tað, sum Sambandsflokkurin vil virka fyri, við at skapa eina trygd fyri sjúklingin, at hann fær viðgerð, tá hann hevur brúk fyri tí. Ikki at verða súltaður á einum bíðilista, um hann so er felags ella ikki felags. Vit vilja virka fyri, at játtanin til sjúkrahúsverkið verður skrúvað saman soleiðis, at sjúkrahúsini kunnu tillaga sítt virksemi soleiðis, at tey kunnu veita teimum sjúku viðgerð tá tey gerast sjúk - og í øllum førum innan stutta tíð. Hetta kallast ein viðgerðartrygd, sum tey sum leiða sjúkrahúsverkið væl kunnu stýra, um tey fáa loyvi til tað og fáa tann pening, sum skal til fyri at vit kunnu kalla okkara sjúkrahúsverk at vera á hædd við grannalondini.

 

Hetta skal gerast við, at vit fáa sett fleiri fólk í fast starv, hetta er neyðugt og kann taka nakað av tíð.

 

Meðan hetta verður gjørt, so skulu vit gera á sama hátt, sum vit gera frammanundan, keypa okkum serfrøðina í styttri tíðarskeið at hjálpa teimum, sum hava brúk fyri tí - tá tey hava brúk fyri tí.

 

Sambandsflokkurin vil lyfta okkara sjúkrahúsverk tað sum er neyðugt - ikki bara við føgrum orðum, men við eini broyttari játtan, sum eisini skal geva øllum føroyingum eina viðgerðartrygd.

 

Hetta er eitt av mínum hjartamálum, og ein atkvøða til mín vil verða ein virkin atkvøða fyri at menna okkara heilsuverk.

 

Sunrid Traðará

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back