Frælsari Føroyar

11. august 2019



Eitt frælsari samfelag og frælsari einstaklingar er javnt við eitt frælsari Føroyar. Hetta meti eg, at vit best kunnu røkka innan Ríkisfelagsskapin.

 

Saman standa vit sterkast og í Ríkisfelagsskapinum eru vit frælsast. Hann er grundarsteinurin undir vælferð okkara og við honum hava vit bestu karmar fyri framhaldandi vælferð, búskaparvøkstri og fólkavøkstri í Føroyum.

 

Einki land klárar at standa einsamalt í einum altjóða høpi, hetta eru felagsskapir, sum ES, EFTA og NATO, dømi uppá. Øll hava brúk fyri onkrum, og í okkara føri hava vit Ríkisfelagsskapin.

 

Ríkisfelagsskapurin gevur Føroyum eitt gylt høvi at styrkja støðuna hjá landinum á altjóða politiska pallinum. Umheimurin hevur størri álit á Føroyum sum partur av eini størri eind og sum partur av einum felagsskapi, har umfataðu londini saman fullfíggja eitt arktiskt stórveldi.

 

Ríkisfelagskapurin skal mennast, lat ongan iva vera um tað. Málið, ið vit skulu hava frameftir, er ein felagsskapur við javnbjóðis londum, ið nýtir gott av teimum styrkjum Føroyar, Grønland og Danmark hava hvør sær. Tó er tað serliga innan tað uttanríkipolitiska økið, at vit mugu arbeiða fyri at fáa fleiri heimildir, og harav størri ávirkan á umheimin og okkara frælsi.  

 

Frameftir má Løgtingið arbeiða fyri at finna, lýsa og loysa, tær ymsu markaforðingarnar, sum eru í Ríkisfelagsskapinum. Tað mest átrokandi málið er, at allir føroyingar skulu fáa eitt CPR-nummar.

 

Umframt tað føroyska P-talið skulu allir føroyingar fáa eitt danskt CPR-nummar. Hetta fer at lætta nógv um hjá eitt nú lesandi, ið fara til Danmarkar ella onnur lond at nema sær eina víðari útbúgving. Harumframt fer tað at lætta um hjá okkara sjúklingum, ið hava tørv á bráðfeingisviðgerð uttanlands. Samskiftið við tað almenna í Danmark má gerast smidligari og tí meti eg, at CPR-málið hevur hægstu raðfesting eftir komandi løgtingsval.

 

Anna Falkenberg

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back