Sambandið við Danmark er so nógv meiri enn bara pengar

10. august 2019



Tjóðveldi hevur sagt, at farið verður eftir loysingini í komandi valskeiði, um tað skuldi hent, at flokkurin aftur kom í samgongu.

 

Tjóðveldi hevur umsitið fíggjarmál tey seinastu fýra árini - enntá í allarbestu búskaparligu tíðum, so yvirskotið á fíggjarlógini átti veri væl størri enn umleið 450 mió. kr. - tá eru enntá fleiri útreiðslur parkeraðar uttanfyri fíggjarlógina.

 

Man má bara ásanna, at talan hevði verið um eitt dundrandi undirskot á fíggjarlógini, um tað ikki var fyri ríkisveitingina og ta nógv útskeldaðu forskattingina av pensjónum, sum flokkurin heldur ikki megnaði at avtaka, og sum Kristina Háfoss kallaði sminking undir undanfarnu samgongu.

 

Dundrandi undirskot uttan ríkisveiting og spardar útreiðslur

Ikki einans er føroyski búskapurin tengdur at ríkisveitingini, sum er 641,8 mió. kr. árliga. Danski statskassin rindar harumframt áleið 400 mió. kr. í pensjónum og rakstri av ríkismyndugleikunum í Føroyum. Pengar, sum Føroyar eru spardar fyri á útreiðslusíðuni á landsins fíggjarlóg. Tølini eru at síggja á heimasíðuni hjá Ríkisumboðnum. Leggjast skal afturat, at Føroyar harumframt eru spardar fyri nógvar milliónir fyri SU og aðrar sosialar veitingar, sum danski statskassin rindar okkara útisetum - tí teir eru danskir ríkisborgarar. 

 

Heldur ikki mugu vit gloyma ta góðu metingina frá Moody’s, sum er avgerandi fyri, at Føroyum verður tryggjað eina lága rentu, tá ið tunlar og annað verða lánifíggjað. Moody’s skrivar m.a.:  

 

“The stable and historical relationship with the Government of Denmark (Aaa, stable), with joint matters clearly defined under the 1948 Home Rule Act, is also credit positive.”

 

Vel tí tryggleikan, vel Sambandsflokkin

Um tú vilt varðveita ríkisborgararrættindi hjá tær og tínum, og tú ynskir eitt trygt búskaparligt støði undir føroyska búskapinum, so er at velja Sambandsflokkin.

 

Hóast Javnaðarflokkurin kallar seg ein samríkjaflokk, so er Javnaðarflokkurin allarhelst einasti samgongumøguleikin hjá Tjóðveldi og Framsókn, tí Javnaðarflokkurin fer ikki í stjórn við Fólkaflokkinum, og Fólkaflokkurin fer neyvan í stjórn saman við Tjóðveldi vegna fiskivinnupolitikkin. 

 

Vel tí ein sterkan Sambandsflokk á Løgting 31. august.

 

Johan Dahl

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back