Fyribyrging - besta hjálpin

6. august 2019



Tá rúsdrekka og rúsevni verða viðgjørd, verður tað tíverri til tíðir misskilt. Havi upplivað, at kjakið um hesi evni verður sæð sum ein peikan eftir teimum, sum hava eina øðrvísi fatan - hetta er á ongan hátt ætlað sum ein peikifingur.

 

Rúsdrekka og rúsevnir millum ung hevur verið nógv umrøtt í summar. Miðlarnir hava endurgivið løgregluna, sum meinar, at trupulleikin ongantíð hevur verið størri enn nú.

 

Tað er á ongan hátt ein spurningur, um vit hava ein fittan ungdóm - tí tað hava vit! Men spurningurin er meir, hvussu vit best kunnu fyribyrgja/upplýsa børn og ung, ið velja at rúsa seg áðrenn tey gerast 18 ár. Persónliga meini eg, at vit áttu at brúkt nógv meir tíð, pening og orku uppá fyribyrging og upplýsing.

 

Fyribyrging er besta loysnin.

 

Hetta kenna vit øll aftur, eitt nú tá ið tennurnar skulu røkjast. Vit kunnu bíða til vit fáa hol, fyri síðan at fara til tannlækna - ella vit busta tennurnar væl og regluliga, tá minkar hetta um vandan við at vit fáa hol í tenninar.

 

Velja vit at upplýsa og fyrbyrgja børnum og ungum um vandan við nýtslu av rúsandi evnum, staðfestir WHO, at vandin/ trupulleikin við missnýsltu minkar munandi, tá ið vit gerast eldri.

 

Vit mugu, sum samfelag, arbeiða fyri at seta meiri pening av til fyribyrging av rúsandi evnum.

 

Jaspur Langgaard

valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back