Allir sjúklingar skulu hava rætt til skjóta viðgerð

31. juli 2019


Sambandsflokkurin hevur í hesum farna valskeiðinum lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta í verk eina skipan við viðgerðartrygd til allar føroyingar


Í løtuni er eitt vaksandi tal av føroyingum, sum hava teknað eina privata viðgerðartrygd. Hetta skulu teir sjálvandi hava loyvi til. Men tað er umráðandi, at vit virka fyri, at ALLIR sjúklingar verða viðgjørdir so skjótt sum til ber. Vit eru noydd at gera tað møguligt hjá okkara heilsuverki at bjóða øllum sjúklingum skjóta viðgerð.

 

Síðani Sambandsflokkurin setti hetta málið á dagsskránna, eru aðrir flokkar farnir at tosa um tað sama, og tað fegnast vit um.

 

Okkara mál er, at tú skalt vera útgreinaður og viðgjørdur innan 30 dagar, frá tí at sjúkan er staðfest.

 

Onkur vil vera við, at hetta er eitt í so høgt mál at seta sær, men fyri at skjóta høgt, mást tú sikta høgt. Her er eitt arbeiði sum skal gerast, soleiðis at vit kunnu bjóða øllum føroyingum, at um tú verður sjúkur, so skulu vit kunna bjóða tær eina trygd fyri, at tú kemur í skjóta viðgerð.

 

Um vit framhaldandi skulu kunna kalla okkum eitt væferðarsamfelag, so er hetta ein av grundarsteinunum undir tí. Vónandi vinnur Sambandsflokkinum eina dygga undirtøku á komandi løgtingsvali, soleiðis at vit kunnu seta hetta í verk, tí her er nógv at vinna.

                                                                                                                                            

Helgi Abrahamsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

 


RN


Back