Sunrid Traðará stillar upp fyri Sambandsflokkin

19. juli 2019


Enn eitt nýtt kvinnuligt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið, og eisini nýtt í politiskum høpi


Sunrid Traðará er 56 ár. Hon er uppvaksin og býr í Fuglafirði. Sunrid er gift við Tormóð og eigur tvey børn; Urd og Tóri.

 

Sunrid hevur arbeitt innan løgregluna síðan 1987. Tey seinastu nógvu árini hevur hon arbeitt á kanningardeildini hjá løgregluni í Føroyum.

 

Hon hevur verið nógv aktiv innan ítrótt. Serliga er tað kappróðurin, sum hevur fylt nógv seinastu árini. Annars hevur hon eisini verið í ymiskum nevndum í nærumhvørvinum og verið forkvinna í SSF.

 

Skeiva gongdin innan mong øki í samfelagnum hevur fingið Sunrid at taka avgerð um at stilla upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið 2019.

 

Hon ynskir at gera ein mun og betra um liviumstøðurnar hjá fólkunum, ið her búgva.

 

Sunrid fer serliga at arbeiða fyri at betra umstøðurnar hjá heilsuverkinum, almannaverkinum og vinnuni.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back