Fólkatingssessurin hevur stóran týdning

22. september 2022



Sambandsflokkurin og Ríkisfelagsskapurin

Sambandsflokkurin gongur fult inn fyri Ríkisfelagsskapinum, tí vit síggja tað stóra virðið og teir ítøkiligu fyrimunir, sum eru fyri okkara land og fólk.

 

Ríkisborgararætturin gevur okkum øllum vælferð, støðugan búskap og ein leiklut á altjóða pallinum, umframt nærmast óendaligar møguleikar innan t.d. útbúgvingar og sjúkraviðgerðir.

 

Ígjøgnum henda felagsskapin røkka vit enntá alt Europa, tá talan er um lestrarmøguleikar og arbeiðsmøguleikar.

 

Rættindini vit fáa í felagsskapinum gevur okkum nógvar møguleikar fyri menning og vøkstri.

 

Útbúgvingarmøguleikar til okkara ungu

Vit hava í dag við Ríkisfelagsskapinum sera nógvar og fjølbroyttar møguleikar fyri okkara ungu lesandi at nema sær kunnleika og vitan.

 

Vit kunnu velja eina og hvørja útbúgving, og ein og hvønn skúla, ið vit hava hug at fara á.

 

Góðan bústað undir lesnaði og studningur

Ungfólk hava møguleika í Danmark at búsetast í lestraríbúðum fyri ein bíligan pening og fáa lestrarstuðul undir lestri á jøvnum føti við donsk lesandi.

 

Fólkatingið samtykti R-frádráttin, sum okkara umboð fekk í lag. Frádrátturin í 2019 er til lesandi føroyingar 82.200 kr., áðrenn teir byrja at gjalda skatt. Sam­bands­flokkurin vil framhaldandi tryggja før­oysk­um lesandi í Danmark henda frá­drátt.

 

Ríkisfelagsskapurin borgar fyri vælferð og trivnaði

Ríkisveitingin, ið kemur inn á fíggjarlógina, er peningur, sum vit brúka til vælferðina í Føroyum, t.e. til heilsuverk, almannaforsorg og fólkapensjónir.

 

Vit eru eisini partur av størri skipan og myndugleikum, t.d. politi, dómsvald, ákæruvald, fongsul, trygd og verja o.a.

 

Tí skulu vit taka fólkatingssessin í álvara og aktivt brúka sessin til at tryggja eitt gott samstarv millum londini og víðarimenna Ríkisfelagsskapin.

 

Fyri okkum í Sambandsflokkinum er tað ein styrki, at vit í Ríkisfelagsskapinum eru saman um at loysa stóru og krevjandi uppgávurnar og avbjóðingarnar.

 

Haraldur Símunarson Hammer


RN


Aftur