Fólkaatkvøðan í 1946 - ein keðilig støða fyri øll

19. september 2022



Fólkaatkvøðan í 1946 um samband ella loysing var ein keðilig støða fyri øll.

 

Fólk vistu ikki, hvat í tey atkvøddu um. Tey vistu heldur ikki, um fólkaatkvøðan var bindandi ella um fólkaatkvøðan var vegleiðandi.

 

Tá avtornaði vísti tað seg, at 33% ynsktu at loysa, meðan 32% ynsktu Samband, t.v.s. 1% í meiriluta, skuldu taka eina so stóra avgerð, sum at loysa okkum úr ríkisfelagsskapinum.

 

Tá Chr. tann 10, eftir ynski úr Føroyum, koyrdi Løgtingið til hús, var tað eitt øgiligt uppstandilsi.

 

Men sambært Kristiani Djurhuus, tingmanni fyri Sambandsflokkin, eisini ein øgilig frøi fyri teir populistisku tingmenn, sum høvdu skapt allan hurlivasan. Teir andaðu lættan og fingu sær ein dupultan Whisky.

 

Einasti av teimum, sum møtti, tá ið tingið kom samanaftur var Jákupstovumaðurin. Hann meinti spurningin um loysing av erligum hjarta. So tað var ein syndarlig støða fyri hann.  

 

Nú kundi undanstøkkingarnir bakka útaftur og geva dønum skyldina.

 

Men Chr. tann 10 gjørdi bara tað, sum er mannagongdin, tá ið stórar avgerðir skulu takast. Stórar avgerðir sum t.d. at broyta grundlógina.

 

Grundlógina broytir mann við, at Fólkatingið samtykkir broytingarnar í Grundlógini. So verður Fólkatingið sent til hús. Tað nýggja Fólkatingið samtykkir so júst somu broytingarnar í Grundlógini. Og so verður málið sent út til fólkaatkvøðu. Og tá skal vallutøkan vera minst 40% av øllum teimum sum hava valrætt.

 

Chr. tann 10 brúkti bara hesa demokratisku mannagongdina.

 

Og tá nývaldað Løgtingið kom saman, var tað slett ikki meiriluti fyri loysing. Ergo: Higartil hevur ongantíð verið ein veruligur meiriluti fyri loysing.

 

Fólkaatkvøðan 1946:

 

17.624 høvdu valrætt. 5.656 valdu loysing. 100/17.624*5.656 = 32,09% av teimum, sum høvdu valrætt, valdu loysing.

 

Til beinleiðis samanberingar.

 

Íslendska fólkaatkvøðan í 1944:

 

Treytin har var, at minst 2/3 skuldi atkvøða fyri.

 

Luttøkan har var 98,4%, og 99,5% ja, og bara 0,5% nei.

 

Jákup Fróði Djurhuus

 


RN


Aftur