Johan hevur fingið svar um eftirmeting av Málráðnum

31. august 2022



Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-015/2022 eftir § 52a í Tingskipanini frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum um eftirmeting av Málráðnum.

 

Fyrispurningurin er soljóðandi:
 

1. Nær er ætlanin hjá landsstýrismanninum at leggja frágreiðing fyri Løgtingið fyri at viðgera virksemið hjá Málráðnum, vísandi til lógina um Málráð og eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?

 

2. Verður eftirmetingin av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eisini løgd fyri Løgtingið til viðgerðar?

 

3. Um ikki, nær ætlar landsstýrismaðurin so at almannakunngera frágreiðingina?

 

Svar


Til 1. Eg eri saman við Málráðnum farin í eina tilgongd at fáa gjørt eina frágreiðing um, hvørt lógin um málráð virkar eftir ætlan, og um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg. Eftir ætlan verður henda frágreiðing løgd fram í vetur ella tíðliga á vári.

 

Til 2. Eftirmetingin frá 2016 verður eftir ætlan ikki løgd fyri Løgtingið. Hon er longu 6 ára gomul, og nógv er broytt síðan tá.

 

Til 3. Miðað verður ímóti, at frágreiðingin verður løgd fram í vetur ella tíðliga á vári komandi ár.

 

Jenis av Rana
landsstýrismaður

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur