Hví selja alistøðini hjá P/F Fiskaaling í Nesvík - lat Sílaveiðufelagið brúka hana!

5. august 2022



Vit eru ein alitjóð og hava víst í verki, at tað eru vit sera góð til - lat ongan iva vera um tað.

 

Eisini hava vit í mong áratíggju alið eina føroyska sílastammu og tað varð sagt, at sílini høvdu serligar eginleikar og vóru harðfør mótvegis sjúku. Tíverri valdi man politiskt ikki at raðfesta hetta nóg høgt og møguleikar sóust ikki í eini framtíðar niche-framleiðslu av hesum sílum.

 

Vit hava so eisini eitt sílaveiðufelag við 1500 aktivum limum sum hava gjørt eitt stórt arbeiði i mong ár við at hava smolt i Havnadali, sum teir hava sett út, soleiðis, at hetta góða frítíðarfiskarí kann halda á í ósum og á vøtnum í Føroyum.

 

Hans Joensen hevur verið, og er enn, ein eldsál ið hevur lagt nógva orku í júst hetta við at fáa smoltið framleitt skilagott og trygt. Teir sum vara av Sílaveiðufelagnum hava harafturat gjørt eitt framúr gott arbeiði, hóast truplar umstøður og áhaldandi kampar við myndugleikar um heilsufrøðilig krøv.

 

Nú hava vit, bæði sum politiskur myndugleiki og land, ein møguleika at rætta teimum eina hjálpandi hond. Tað kunnu vit gera við at bjóða teimum hesa alistøðina í Nesvík at brúka til framleiðslu av sínum fiski til útsetan.

 

Eg vóni, at Sílaveiðufelagið og teirra umboð taka eitt prát við politiska baklandið fyri at fáa viðgjørt hetta og royna at finna eina loysn.

 

Vit eiga ikki at selja alistøðina, fyrr enn hesin møguleikin er troyttur.


RN


Aftur