Hægri tilfeingisgjøld høvdu ikki hjálpt teimum veikastu í samfelagnum

2. mai 2022



Tað passar ikki, tá sagt verður, at samgongan hevur givið reiðarum og alarum pengarnar, sum annars skuldu verið brúktir til at hjálpa teimum veikastu í samfelagnum.

 

Eg hoyri umaftur og umaftur henda pástandin í almenna rúminum.

 

Hvørja ferð onkur søga er í miðlunum um at okkurt í Almannaverkinum ella Heilsuverkinum ikki virkar sum tað skal, so kemur onkur við søguni um, at samgongan hevur givið reiðarum og alarum milliardir heldur enn at brúka pengarnar til hesi økini.

 

Veruleikin er, at landskassin hevur ongantíð fingið so nógv inn frá vinnuni sum í 2021, og tað hava ongantíð verið játtaðir so nógvir pengar til almanna- og heilsumál sum nú.

 

Størstu gjøldini nakrantíð vóru í 2021

Vit kunnu altíð kjakast um, hvussu nógv vinnulívið skal rinda, men roknskapartølini hjá landskassanum eru púra greið.

 

Tey vísa, at í 2021 fekk landskassin 196 mió. krónur inn í loyvisgjøldum frá alivinnuni, og 314 mió. krónur í tilfeingisgjøldum frá fiskivinnuni.

 

Hesar tilsamans 510 mió. krónurnar er tað mesta, sum landskassin nakrantíð hevur fingið inn frá hesum vinnunum í einum ári.

 

Samtíðis er játtanin til almannamál hækkað við umleið 400 mió. krónum í hesum valskeiðinum, og játtanin til heilsumál er hækkað við umleið 300 mió. krónum.

 

Størstu játtanirnar til almanna- og heilsumál nakrantíð

Tað at vit ikki hava kravt uppaftur meira inn frá vinnuni hevur ikki havt við sær, at sparingar eru gjørdar á almanna- og heilsuøkinum.

 

Tvørturímóti eru játtanirnar til hesi øki øktar við tilsamans umleið 700 mió. krónum síðani 2019.

 

Høvdu vit tikið eitt størri gjald frá vinnuni, so skuldu teir pengarnir fyrst og fremst farið til at bøtt um talið á botnlinjuni, tí tað er eingin ivi um, at vit áttu at havt eitt størri avlop, nú tíðirnar eru so góðar.

 

Men at pástanda, at játtanirnar til tey veikastu í samfelagnum eru spardar burtur orsaka av ov lítlum tilfeingisgjaldi, tað er beinleiðis ósatt.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur