Rósa Samuelsen spyr um bíðilistar í sjúkrahúsverkinum

12. oktober 2021


Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um bíðilistar í sjúkrahúsverkinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:

 

1. Hvussu langir eru bíðilistarnir fyri ymsar sjúkukanningar/útgreiningar og sjúkuviðgerðir í Sjúkrahúsverkinum skift á likamligar og psykiatriskar sjúkur?
 

2. Hvat er frágreiðingin ella orsøkirnar til bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum - vantandi játtan og/ella vantandi starvsfólk o.a.?
 

3. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri sjúklingarnar, at teir ikki sleppa framat viðgerð?
 

4. Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at stytta um bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at Sjúkrahúsverkið hevur havt trupulleikar við at skráseta og framleiða rapportir við bíðilistum skift á ymiskar sjúkur, kanningar/útgreiningar, sjúkraviðgerðir o.a.

 

Nú vit skriva 2021 er tað eitt minstakrav at gera skrásetingar um kjarnuvirksemi á einum stovni sum Sjúkrahúsverkinum, og at kunna fylgja við tørvinum á sjúkuviðgerð, eitt nú við bíðilistum. Væl vitandi um, at landsstýrismaðurin hevur tað sum sína høgu raðfesting.

 

At framleiða rapportir við bíðilistum er ikki í sjálvum sær eitt endamál, men hesar kunnu vera hentar, tá man skal leggja til rættis og raðfesta sjúkuviðgerðirnar. Hetta á ein slíkan hátt, at bíðilistarnir gerast so stuttir sum gjørligt, soleiðis at fólk sleppa framat viðgerð skjótast til ber fyri at kunna verða virkin aftur í samfelagnum. Ikki minst eru rapportir við bíðilistum eitt krav og fortreyt fyri at kunna samskipa sjúkuviðgerðir millum tey trý sjúkrahúsini.

 

At enda sigur Rósa Samuelsen, í sínum viðmerkingum, at sjálvt um Heilsuverkið er uppraðfest við hægri játtanum seinastu 2 árini, so sær tað út til, at tað enn eru langir bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum.

 

Tað kann hava stórar, óhepnar avleiðingar fyri tey, sum eru rakt av sjúku og noyðast at bíða sera leingi fyri at sleppa framat hjálp og viðgerð. Eisini fyri vinnu og almannaverk kann tað hava fíggjarligan kostnað. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur