Løgtingsnevndirnar broyttar

8. september 2021



Løgtingið samtykti í morgun 8. august at gera broytingar í løgtingsnevndunum í sambandi við, at Magnus Rasmussen er blivin landsstýrismaður og Helgi Abrahamsen er komin aftur í løgtingið.

 

Broytingarnar hava við sær fylgjandi:

 

Erhard Joensen er nýggjur formaður í Fíggjarnevndini fyri Magnus Rasmussen.

 

Helgi Abrahamsen er limur í Rættarnevndini og Landsstýrismálanevndini fyri Erhard Joensen.

 

Edva Jacobsen er limur í Trivnaðarnevndini fyri Erhard Joensen.

 

Harumframt tekur Helgi Abrahamsen við sum varalimur fyri Magnus Rasmussen í Uttanlandsnevndini  og Útnorðurráðnum.

 

Broytingarnar vórðu einmælt samtyktar.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur