Tveir nýggir serlæknar

13. juli 2021



Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur givið sjúkrahúsverkinum fíggjarliga tilsøgn til tveir nýggjar serlæknar, ein eygnalækna og ein lungnalækna.

 

Tørvurin á serlæknum er stórur, og tess fleiri tað eydnast at seta, umframt at pengar verða brúktir til konsulentar, tess skjótari kann málið um viðgerðartrygd á øllum økjum røkkast.

 

"Eg fegnist um, at tað støðugt legst afturat við serlæknum í føroyska heilsuverkinum. Vit hava góð samstørv við útlendsk heilsuverk, men eg vil tó framhaldandi arbeiða fyri, at vit fáa fleiri serlæknar settar í Føroyum, soleiðis at vit í minni mun noyðast at senda sjúklingar uttanlands til viðgerðar", sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Les meira her: Tveir nýggir serlæknar

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur