Er fjáltur komið á Tjóðveldi?

12. juni 2021



Abbi mín í Lamba plagdi onkuntíð at siga, at hann hirdi ikki at svara aftur. Tá tað hendi, so var tað tí, at tað, sum var borið fram, tað var so langt frá veruleikanum, at tað var ikki vert eitt aftursvar.

 

Eg kom at hugsa um abba, tá eg las greinina hjá Høgna Hoydal, sum stóð á øllum portalum sama kvøldið, sum ríkisfundurin hevði verið um dagin. Abbi hevði ikki svarað Høgna, men eg fari, tí hetta kann snøgt sagt ikki standa ósvarað.

 

Høgni Hoydal - les Tjóðveldi - hevur so ilt í okkara góða Ríkisfelagsskapi. Hesum felagsskapi, sum ein stórur meiriluti av føroyingum heldur er ein góður og gagnligur felagsskapur fyri okkum øll.

 

Kanningar hava verið gjørdar, og tær vísa greitt, at stórur partur av føroyingum ynskja ríkisrættarligu støðuna verandi, sum hon er í dag.

 

Gamaní, so skulu dagføringar og tillagingar gerast í felagsskapinum, og tað er júst tað, sum Sambandsflokkurin vil – vit vilja útvikla/menna Ríkisfelagsskapin.

 

Tjóðveldi vil ikki vita av verandi ríkisrættarligur støðu og okkara Ríkisfelagsskapi, nei Tjóðveldi fær makk av honum og ynskir hann avtiknan ongantíð ov skjótt. Hetta er ikki nakað nýtt, tí Tjóðveldi hevur í nógv Harrans ár niðurgjørt Ríkisfelagsskapin og alt tað góða, sum hann inniheldur. Men tað, sum er nýtt og sera ódámligt, tað er mátin ella rættari sagt, tað er orðalagið, sum Tjóðveldi nú brúkar í hesi grein. Kunnu vit vænta meiri av hesum slag og stíli? Eg vóni tað ikki.

 

Eg havi altíð hildið, at tá menn blíva illir, fara at brúka ljót orð og kalla ella eyknevna, so er tað eitt tekin um veikleika, ja tað er í veruleikanum eitt tekin um máttloysi og vónloysi eisini. Og tað er akkurát tað, sum nú er hent við Høgna Hoydal. Ístaðin fyri - á ein sakligan hátt - at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum, so speirekur og setur hann niður á løgmann og landsstýrismenninar Jørgen Niclasen og Jenis av Rana á ein stak ósømiligan hátt, eftir mínum tykki. Hetta klæðir ikki einum floksformanni.

 

Løgmaður segði beint eftir ríkisfundin: Ríkisfelagsskapurin er í løtuni í einari góðari legu. Vit tosa opið og beinleiðis um tær avbjóðingar, ið eru. Øll trý londini vilja finna loysnir, og tað er vegurin fram. Styrkin við Ríkisfelagsskapinum hevur altíð verið, at hann hevur lagað seg til tíðina. Eg bæði vóni og vænti, at góða gongdin í løtuni heldur fram, tí vit standa sterkari saman enn hvør sær.

 

Var tað hesin sannleikans boðskapur, sum festi eld í hjá Høgna Hoydal, og fekk hann at geva so ilt av sær? Eg veit ikki, men nærliggjandi at hugsa.

 

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur